2014-03-07 21:05
15. og 16. mars hevur Blái Krossur aðalfund og landsstevnu í Klaksvík. Á skránni eru árligi aðalfundurin, sang- og hugnaløta, gudstænasta, familjumøti, blákrossmøti og BKU-møti. Eisini verður ein viðkomandi pallborðsfundur við heitinum ???Skaðaárin av misbrúki av rúsdrekka og rúsevnum"
Pallborðsfundurin verður í ??saskúlanum klokkan 16. Spurningarnir, ið verða settir, eru: ???Hvørjir skaðar eru av misbrúki av rúsdrekka og rúsevnum??? likamliga, sálarliga og sosialt? Hvat vil samfelagið og politiski myndugleikin gera á hesum økinum? "Pallborðsluttakarar eru Birni Hansen, lækni á Blákrossheiminum, Annbjørg á Høvdanum, sálarfrøðingur á Blákrossheiminum, Annika Olsen, landsstýriskvinna við almannamálum, og Pál Weihe, formaður í fólkaheilsuráðnum.
Bjargaður úr misnýtslu
Leygardagin klokkan 15 ??? áðrenn pallborðsfundin ??? fer klaksvíkingurin, Peter Chodqiuk, at greiða frá, hvussu hann var bundin at stoffum og rúsdrekka, og at hann vegna smugling endaði handan rimarnar. Í dag er hann komin burturúr misnýtsluni, og hann takkar Jesusi og einum góðum vini, at lívið hevur fingið eitt heilt annað innihald.
Aðalfundur
Sjálvur aðalfundurin hjá Bláa Krossi verður leygarmorgunin klokkan10:30. Á skránni er millum annað frágreiðingar frá arbeiðinum, roknskapur verður lagdur fram, og fólk hava møguleika at koma við spurningum og viðmerkingum til arbeiðið hjá Bláa Krossi. Val til landsnevndina er eisini á skránni. Hesaferð standa Álvur Højgaard og Jóna Hansen fyri vali. Tey taka bæði við afturvali. Einki annað uppskot var komið inn, áðrenn tíðarfreistin at koma við uppskoti var úti.
Fjølbroytt tiltøk
Nógv onnur tiltøk eru eisini á skránni. Leygarkvøldið er ein sang og hugnaløta har millum annað Skálafjarðar sløkkilið, dupultkvartettin Vega og Heðin Askham við bólki fara at syngja. Sunnudagin verður gudstænasta í Christianskirkjuni, har Ovi Brim, ið er leiðari í sosialu eindini hjá Bláa Krossi, fer at prædika. Sverri Steinhólm er liturgur. Seinnapartin sunnudagin er familjumøti í KFUM&K, har barnakórið av Strondum fer at syngja og Julia Kass hevur bíbliusøgu. Sunnukvøldið klokkan 18 er Blákrossmøti, har Sverri Steinhólm, formaður, talar yvir evnið diakoni ??? vit elska, tí hann elskaði okkum fyrst. Oasubrøður úr Hoyvík fara at syngja. Landsstevnan endar við blákrossungdómsmøti,sum BKU skipar fyri. Gullak Hansen fer at tala.
??ll tiltøkini á landsstevnuni eru almenn, men á sjálvum aðalfundinum eru tað bara limir, ið hava atkvøðurætt. Tey, ið ikki eru limir, eru vælkomin at tekna seg sum limir.
Trýst á niðanfyristandandi leinkju fyri at lesa skránna!
Skrá til landsstevnuna 2014.pdf (1,52 MB) |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald