Væl meira av havhestaungum eru í Høvdanum á Skúvoynni í ár, enn tað hava verið seinastu trý árini, og talið er eisni eitt sindur yvir miðal fyri tey seinastu 14 árini.
Seinasta summar komu 96 ungar undan, og í ár eru teir 137. Talið av havhesti, sum var í berginum fyrr í summar, er eisini vaksið eitt sindur og somuleiðis talið av reiðrum.
Tá skúvoyingar rændu havhestaegg 22 mai, fingu teir tó nógv færri egg enn vanligt; bert 200 egg, har teir fyrr hava fingið upp í 1200 egg, og aðrastaðni frá, t.d. á Sandoynni, hoyrdist eisini, at teir fingu lítið av eggum. Hetta kann vera orsakað av, at minni er til, men tað kann eisini vera, at havhesturin hevur vorpið seinni enn vanligt. Havhestaungarnir í Høvdanum síggja tó út til at verða búnir til vanliga tíð.
Havhestur og havhestareiður í Høvdanum á Skúvoynni frá 2001 til 2014.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald