Vinna

Væl av svartkalva at fáa, og føðin er svartkjaftur

...

2015-06-18 20:35 Author image
placeholder

Havstovan skrivar:

Magnus Heinason er júst liðugur við árliga svartkalvatúrin. Magnus Heinason royndi á djúpum vatni, 400-550 m, í eystara kanti á Føroyska landgrunninum og á Munkagrunninum. Tað var eitt sindur meira at fáa av svartkalva í mun til í fjør, sum var eitt gott ár.

Svartkalvin át mest svartkjaft (myndin), tó at hann eisini át onkra hendinga sild og makrel. Tað er áhugavert, at smáur svartkalvi (55 cm) kann eta rættiliga stóran svartkjaft (25 cm).

Frágreiðing um túrin sæst við at trýstaher

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder