Vinna

??tstykkingarnar við Hálsatjørn og á Fríðufløtum handaðar Sjóvar kommunu

...

2020-07-08 11:17 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Mánadagin 6. juli vóru útstykkingarnar við Hálsatjørn og á Fríðufløtum endaliga handaðar Sjóvar kommunu. Hetta var gjørt á lítlari samkomu í bygdahúsinum á Strondum, har Eyðun Magnussen, vegna Kreton, og Artur Johansen, fyri Sjóvar kommunu, undirskrivaðu avhendingarskalið.

??tstykkingarnar fevna um 53 grundstykkir, 11 grundstykkir á Fríðufløtum og 42 grundstykkir við Hálsatjørn.

Tað er Munin Sp/f, ið hevur projekterað útstykkingina, og Kreton Sp/f saman við Voyt Sp/f hava staðið fyri arbeiðnum at gera útstykkingarnar. HMP Consult hava havt eftirlit við arbeiðnum.

Nærum øll grundstykkini í útstykkingunum eru longu seld.

Samlaði kostnaðurin fyri báðar útstykkingarnar kemur at liggja millum 16 og 17 mill. krónur. Grundstykkjaprísurin við Hálsatjørn er kr. 250,00 fyri fermeturin og á Fríðufløtum er hann kr. 300 fyri fermeturin.

Sjóvar kommuna takkar øllum, sum hava verið knýtt at verkætlanini, fyri gott samstarv, og vit gleðast um endaliga úrslitið, sigur Sjóvar kommuna í tíðindaskrivi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder