2015-06-26 19:15

I samband við at Vága kommunu nú í eina tíð hevur arbeitt við nýggjari útstykking í Vatnsoyrum var licitatión 23. Juni 2016.
Arbeiðið fevnir um atkomuveg og leiðingar til fýra grundøkir í sunnasta partinum av økinum.Talan er um 1. byggistig av verkætlan sum samanlagt fevnir um uml. 22 grundøkir.
Inn komu tvey tilboð:
- Grevstur og planering: kr. 1.412.840,00 v/MVG
- Maskingrevstur: kr. 956.237,50 v/MVG
Westtech sP/F hevur gjørt verkætlanina og kemur at hava eftirlit
Kelda: Vága kommuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald