2015-04-24 23:21
Vága kommuna: ??tstykkingin, sum Vága kommuna hevur latið gera í Rasmussargøtu í Miðvági, er nú liðug.
Talan er um bert 6 grundstykkir í hesum umfari, men um tey vera seld beinanvegin, er ætlanin at stykkja út til fleiri grundstykkir.??tstykkingin er gjørd í býlinginum ???Norði í Heiðum???. Talan er um sera barnavinarligt øki. Stórt nýtt spælipláss er beint við. ??tsýnið er einastandandi gott. Tú sært út eftir vánni í Miðvági móti Streymoynni og Koltri. Eisini sæst oman á Vatn, út í Oyrar og Trælanípu.
Sólargangurin er frálíkur. Sólin sæst alt árið.
Erhard Dam hevur gjørt útstykkingina.
Tað er Westtech, sum hevur projekterað arbeiðið og staðið fyri eftirlitinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald