JN

??tlendingur druknaður á vestaru vág

...

2014-07-24 17:22 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Ein norrmaður, um 60 ára aldur, varð í morgun funnin druknaður út fyri Tinganes á vestaru vág. Enn er ikki greitt, hví maðurin druknaði

Løgreglan fann tíðliga í morgin ein mann, um 60 ára aldur, liggja druknaðan á sjónum út fyri Tinganes - á vestaru vág.

Vakthavandi á politistøðini í Havn, Hallgrímur Hansen, sigur, at talan er um norðmann, sum er í ferðalagi saman við øðrum umborð á stuttleikabáti, sum liggur við bryggju í Vágsbotni.

Norska løgregan hevur fingið boðini, og skal kunna familjuna hjá manninum. Hini í ferðalagnum hava verið til avhoyringar á politistøðini í Havn. ??t frá tí, sum vitnini hava sagt, hevur rúsdrekka ikki verið uppi í leikinum.

Hallgrímur Hansen sigur, at nú skulu umstøðurnar í málinum kannast, og enn kann tí ikki útilokast um nakað brotsverk er hent. Men hinvegin er einki sum bendi á tað.

Enn ógreitt hví maðurin druknaði

- Maðurin kann hava verið áhaldsin, tá hann var á veg umborð á bátin ella fingið dánilsi, sigur vakthavandi á politistøðini, Hallgrímur Hansen, við Kringvarpið.

Løgreglan hevur sett seg í samband við norsku heilsmyndugleikarnar um heilsustøðuna hjá manninum. Nú skulu avvarðandi hjá manninum gera av, um tey vilja hava líkið flutt til Noregs. Um so er, skal eitt sonevnt "lík-pass" gerast.

Annars verður maðurin jarðaru í Føroyum. Líksýn verður í morgin, og tá verður staðfest, um neyðugt verður við líkskurði eisini, sigur Hallgrímur Hansen, vakthavandi á politistøðini í Havn, tað skrivar KVF.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder