2017-03-17 21:23

Í kvøld hevur verið leitað eftir tveimum útlendingum, sum í dag vóru farnir niðan á Villingadagsfjall.
Vit hava tosað við løgregluna beint nú, teir søgdu, at mennirnir vóru afturkomnir í øllum góðum.
Tyrlan var við í leitingini, hon kom aftur í Vágar beint nú kl. 21.20.
Tað var soleiðis, at fólk høvdu sæð teir farið, men eingin hevði sæð teir komið aftur, hóast teir vóru komnir, áðrenn leitingin varð sett í verk - Sera keðuligt, tá ið fólk fara sjálvi á fjøllini í slíkum veðri, sum í dag, tí sjálvandi verða fólk bangin, tá ið eingin hevur sæð teir komið aftur. - Men alt endaði tíbetur væl.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald