
Tíðindaskriv frá Tjóðveldi á fólkatingi
Inger Støjberg svarað um arbeiðs- oguppihaldsloyvi í Føroyum
Í árunum 2014, 2015 og2016 er talið á umsóknum um uppihaldsloyvi í Føroyum minkað, og umsóknirnar umfamiljusameining í Føroyum vorðnar fleiri. Samstundis er talið á havnaðumumsóknum, serliga um arbeiðsloyvi, minkað niður í næstan einki. Tað hevur IngerStøjberg, útlendingamálaráðharri, upplýst í svari til Magna Arge.
Seinastu tíðina hevurnógv orðaskifti verið um útlendingamál í Føroyum. Tí bað fólkatingsmaðurin hjáTjóðveldi herfyri útlendingamálaráðharran, Inger Støjberg, koma viðupplýsingum, sum vísa hvussu støðan er á økinum. Magni Arge baðútlendingamálaráðharran upplýsa, hvussu nógvar umsóknir um uppihalds- ogarbeiðsloyvi í Føroyum komu inn í ávikavist 2014, 2015 og 2016, hvussu nógvarumsóknir vórðu gingnar á møti og hvussu nógvar vórðu havnaðar.
Nú hevur útlendingamálaráðharrinsvarað spurningunum.
Svarið vísir at í 2014,2015 og 2016 fingu danskir myndugleikar ávikavist 415, 354 og 362 umsóknir umuppihaldsloyvi í Føroyum.
TáMagni Arge setti spurningin til útlendingaráðharran, varð samstundis biðið umat fáa tølini útgreinað eftir hvat slag av umsókn, talan var um, og eisinihvussu nógvar umsóknir vórðu ávikavist gingnar á møti og havnaðar. Talið á innkomnum umsóknum hongur ikki ár fyri ársaman við hesum tali, tá umsókn kann verða komin inn í 2014 og liðugt viðgjørdí 2015.
Hersvarar útlendingamálaráðharrin, at meðan talið á góðkendum umsóknum liggurjavnt um 300 umsóknir, so er talið á havnaðum umsóknum fallið nógv, úr 88 niðurí 15 umsóknir.
Hetta hongur beinleiðissaman við, at meginparturin av havnaðu umsóknunum í 2014 eru umsóknir umarbeiðsloyvi, og at Vinnumálaráðið tann 11. desember 2014 boðaði frá, atarbeiðsloysið í Føroyum er farið niður um 3,5 %. Hetta merkir at tað í løtuniikki krav, at ES-borgarar skulu verða faklærdir fyri at fáa arbeiðs- oguppihaldsloysi í Føroyum, men tá arbeiðsloysið í tríggjar fylgjandi mánaðirhevur verið omanfyri 3,5 %, er tað aftur bert faklærd arbeiðsmegi innanbyggivinnuna, sum kann fáa arbeiðs- og uppihaldsloyvi eftir tí smidligugóðkenningarskipanini.
Magni Arge bað eisini umat fáa upplýst, hvussu býtið er millum ymsu skipanirnar, tá arbeiðs- og uppihaldsloyviverða givin í Føroyum. Tá arbeiðsloyvi verða givin í Føroyum, verða tey antinfráboðað eftir anordning nr. 182 af 22. Marts 2001 for ikrafttræden forFærøerne af udlændingeloven ella eftir serligu skipanini fyri ES-borgarar, sumsøkja arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum. Svarið frá útlendingamálaráðharranumvísir millum annað, at í 2016, tá serliga ítróttaravtalan, sum ger tað lættarihjá ítróttafólki, venjarum, læknum, sirkusartistum og oljuarbeiðarum at komainn í landið, kom í gildi, vórðu 13 arbeiðs- og uppihaldsloyvi givin tilítróttarfólk, meðan 18 arbeiðs- og uppihaldsloyvi vórðu givin til læknar.
Tølini síggjast í Talvu3, sum eisini stendur í svarinum frá Inger Støjberg til Magna Arge.
Tabel 3. Opholdstilladelser efter deforskellige ordninger på erhvervsområdet 2014-16
Sagsområde/år | 2014 | 2015 | 2016 |
Opholdstilladelser og anmeldelser meddelt efter EU-ordningen | 17 | 137 | 130 |
Opholdstilladelser meddelt efter anordningen: | |||
- efter anordning ikke fordelt på Sportsaftalen/ej Sportsaftalen* | 190 | 63 | 10 |
- efter anordningen (ej Sportsaftalen**) | 18 | ||
- efter anordningen (Sportsaftalen**) | 13 | ||
Medfølgende familie | 17 | 23 | 19 |
I alt | 224 | 223 | 190 |
* For ansøgninger indkommet fra og med 4.februar 2016 blev det muligt at registrere opholdstilladelser meddelt efteranordningen opdelt på Sportsaftalen/ej Sportsaftalen. 10 tilladelser i sagermed ansøgningsdato før 4. februar 2016 er ikke fordelt efter Sportsaftalen/ejSportsaftalen.
** Læger er omfattet af Sportsaftalen, menregistreres ikke under Sportsaftalen i sagsbehandlingssystemet.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald