Vinna

??tflutt fyri hálva aðru mia. minni

...

2021-05-18 13:06 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Hagstovan:

??tflutningurin av fiskavørum minkaði 1,4 mia. kr. 12-mánaðarskeiðið (apr. 20 - mar. 21) samanborið við undanfarna skeið.

??tflutningurin í mars er nú gjørdur upp, og í talvuni niðanfyri ber til at síggja útflutningin seinasta 12-mánaðarskeið samanborið við undanfarna skeið.

Tað er minni útflutt í flestøllum vørubólkum.

Minkingin av útfluttum laksi er oman fyri hálva mia. kr. Tað er ein minking á 13%. Nøgdin var áleið tann sama.

??tflutningurin av toski er minkaður næstan 400 mió. kr., sum svarar til eina minking á 33%. Minkingin er 34% í nøgd fyri tosk.

Eisini er minni útflutt av makreli. Har er minkingin 272 mió. kr. sum er 28%. Í nøgd er minkingin 15%.

 

Vøruútflutningur í virði skiftur á høvuðsvørubólkar

12 mánaðarskeið 2019/20 og 2020/21

 apríl ??? marsmunur
 2019-202020-21mió. kr.%
Tilsamans9.5628.023-1.539-16
Fiskavøruútflutningur8.8347.479-1.355-15
Toskur1.144766-378-33
Upsi271247-24-9
Hýsa190151-38-20
Makrelur966694-272-28
Sild731654-77-11
Svartkjaftur168165-2-1
Svartkalvi9890-7-7
Laksur3.8833.359-524-13
Slógv og fiskaúrdráttir168179117
Annar fiskur1.2151.172-43-4
Aðrar vørur529441-88-17
Skip og flogfør199103-96-48

 

Fiskavøruútflutningur í nøgd skiftur á høvuðssløg

12 mánaðarskeið 2019/20 og 2020/21

 apríl ??? marsmunur
 2019-202020-21tons%
Tilsamans527.736485.841-41.896-8
Toskur28.44418.901-9.543-34
Upsi10.91410.464-450-4
Hýsa7.8376.745-1.092-14
Makrelur81.83369.313-12.520-15
Sild119.396108.065-11.331-9
Svartkjaftur48.98754.2095.22211
Svartkalvi2.5533.09654321
Laksur64.36664.5441770
Slógv og fiskaúrdráttir77.10566.737-10.368-13
Annar fiskur86.30083.767-2.533-3

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder