Vinna

??tflutningurin fyrra hálvár var 10% minni enn í fjør

...

2020-08-18 08:28 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Hagstovan: ??tflutningurin av fiskavørum minkaði góðar 400 mió. kr. fyrra hálvár í ár samanborið við somu tíð í fjør.

Tað er lítið at ivast í, at koronufarsóttin hevur ávirkað heimshandilin og at føroyski útflutningurin eisini er ávirkaður. Tað er tó ikki óvanligt, at stór sveiggj eru í útflutninginum. Hyggja vit at útflutninginum fyrra hálvár nøkur ár aftur í tíðina, síggja  vit bæði vøkstur og minking, ið eru størri enn tað, sum vit síggja nú.

t1

Fyrra hálvár í ár hava vit útflutt minni av flest øllum fiskasløgum í mun til í fjør - bæði í nøgd og virði.

??tflutningurin av toski er minkaður 146 mió. kr. ella 23%. Í nøgd er minkingin 27%.

Eisini er minni útflutt av makreli og laksi. Minkingin er 62 mió. kr og 105 mió. kr.

Hinvegin er útflutningurin av svartkjafti vaksin meir enn 3 tús. tons ella 13%. Virðið er tó tað sama sum í fjør.

t2

t3

 


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder