Vit útfluttu vørur fyri 1,4 mia. kr. fyrsta árfjórðing í ár. Tað er hálvtannað hundrað mió. kr. meir enn somu mánaðir í fjør. Ein vøkstur á 12%.
Tað er av botnfiski og uppsjóvarfiski, at útflutningsvirðið er økt. Av botnfiski er tað serliga toskaútflutningurin, sum er vaksin. ??tflutt er fyri útvið 100 mió. kr. meir av toski í ár.
??tflutningurin av makreli er vaksin nógv 1. ársfjórðing í ár, men tað er eisini útflutt væl meir av lodnu og sild. Hinvegin er minni útflutt av svartkjafti. Samlað er útflutningsvirðið av uppsjóvarfiski vaksið 129 mió kr.
Størsta minkingin í útflutningi er av laksi. Í ár er útflutningurin minkaður 130 mió. kr. Hetta er møguliga, tí meir varð útflutt 4. ársfj. í 2014, orsakað av stóra eftirspurninginum úr Russlandi.
??tflutningurin er dagførdur og útgreinaður í hagtalsgrunninum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald