Vinna

??tflutningsbann ein vanlukka fyri Varðan Pelagic

...

2013-11-22 21:23 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

At virkið ikki sleppur á russiska marknaðin verður viðgjørt á hægsta politiska stigi

Tað verður ein vanlukka fyri uppsjóvarvirkið Varðan Pelagic á Tvøroyri, sleppur virkið ikki at útflyta til Russlands.


Tað sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, nú veterineru myndugleikarnir í Russlandi svartlista Varðan Pelagic, tí ov nógv bakteria eftir øllum at døma er staðfest í vørum frá virkinum.


Talan má vera um eitt mistak, og støðan hjá Varðanum Pelagic verður viðgjørd á hægsta stigi, bæði í embætisverkinum og politiskt.


Jóhan Dahl gjørdi russiska fiskimálaráðharran varugan við støðuna, í sambandi við makrelsamráðingarnar í síðstu viku.

Hoyr samrøðu í KVF við at trýsta her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder