
Verður hugt eftir, hvussu útbúgvingarstigið er kring landið, sæst eitt sera týðiligt mynstur: Føroyar eru mestsum í trimum deildum.
Fyri Norðoyggjar, Eysturoy, Norðstreym og Vágar er myndin so at siga júst tann sama, tvs. har er sama býtið býti millum útbúgvingarstigini:
- 38-39%, ið bert hava fólkaskúla umframt møgulig stutt skeið,
- 38-39%, ið hava miðnáms- og yrkisútbúgvingar,
- 20-22%, ið hava miðhøgar útbúgvingar (á bachelorstigi o.l.), og
- 2-3%, ið hava hægri útbúgvingar (á master- og kandidatstigi).
Hægstu útbúgvingarstigið eru ikki óvæntað í Suðurstreymi. Har eru nógv flest við hægstu útbúgvingunum (8%), og somuleiðis við miðhøgu útbúgvingunum (26%).
Samstundis hevur Suðurstreym tann minsta partin av teimum, ið bert hava fólkaskúla umframt møgulig stutt skeið, 29%, ið er eini 10% minni enn í Norðoyggjum, Eysturoy, Norðstreymi og Vágum, og eini 20% minni enn í Sandoy og Suðuroy.
Lægsta útbúgvingarstigið er í Sandoy og Suðuroy, sum serliga skilja seg frá øllum hinum Føroyum, við at tað eru nógv flest har (heili 46-49%), ið bert hava fólkaskúla umframt møgulig stutt skeið, og samsvarandi fægst við miðnáms- og yrkisútbúgvingum, miðhøgum og hægri útbúgvingum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald