Vinna

??tbjóðing - tollfrí søla í Vága Lufthavn

...

2013-09-03 19:18 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder
Raksturin av virksemi við tollfríari sølu í Vága Floghavn verður við hesum alment boðin út av P/F Vága Floghavn.

Sáttmálaskeiðið skal ætlandi byrja í seinasta lagi 1. juni 2014. Orsakað av bygging av nýggjari farstøð, kann sáttmálaskeiðið tó byrja eitt sindur fyrr ella seinni um byggiarbeiðið verður liðugt áðrenn tíð ella seinka. Sáttmálaskeiðið gongur út eftir fimm árum at rokna frá einum mánaða áðrenn at tollfría sølan opna. Møguleiki verður fyri at leingja sáttmálaskeiðið við einum árið afturat um semja er um hetta partanna millum.

??tboðið fevnir um
??tboðið fevnir um rættin til rakstur av tollfríari sølu frá nýggju hølunum hjá Vága Floghavn.

Tey ið bjóða uppá rakstur av tollfríari sølu í Vága Floghavn skulu sum partur av sáttmálanum um rættin til tollfríu søluna leiga tey økir/hølir, sum P/F Vága Floghavn veitir til endamálið, og øll tollfrí søla í Vága Floghavn skal fara fram frá teimum ávístu økjum/hølum. Tilboðsgevarar skulu sjálvir og fyri egna rokning stilla goymsluhølir til taks, sum uppfylla øll krøv frá TAKS fyri slík hølir.

Tollfríu sølubúðirnar í Vága Floghavn skulu verða opnar fyri sølu hvønn dag í vikuna í minsta lagi frá kl. 07:00 til 21:00, og annars í samband við alla regluliga altjóða flúgving um Vága Floghavn, bæði við flogførum og tyrlum.

??tboðstreytirna eru nærri greinaðar í útboðstilfarinum, sum kann keypast frá P/F Vága Floghavn.

Hvør kann bjóðaEinstaklingar, feløg, samtøk ella aðrir juridiskir persónar, ið uppfylla krøvini í útboðstreytunum, og sum hava keypt útboðstilfarið frá P/F Vága Floghavn, kunnu lata inn tilboð. Um fleiri partar bjóða í felag (samtak) skal klárt verða tilskilað hvønn av samtakspørtunum P/F Vága Floghavn kann føra møguligar samráðingar við.

Hvussu fæst útboðstilfarið
??tboðið verður almannakunngjørt á heimasíðuni hjá P/F Vága Floghavn (www.fae.fo) og í føroyskum fjølmiðlum tann 2. septembur 2013 og 4. septembur 2013.

Áhugaðir tilboðsgevarar kunnu fáa útboðstilfarið við at venda sær til P/F Vága Floghavn.

Áðrenn útboðstilfarið verður sent út til áhugaðar tilboðsgevarar, skulu kr. 10.000 rindast til P/F Vága Floghavn á konto nr. 6460 2018294 í BankNordik sum gjald fyri útboðstilfarið. Um P/F Vága Floghavn avlýsir útboði, verður gjaldið afturgoldi.



Freist at lata inn tilboð
Boð, ið skulu verða galdandi í 90 dagar eftir at freistin fyri at lata inn tilboð er úti, skulu verða P/F Vága Floghavn í hendi í seinasta lagi mikudagin tann 7. oktobur kl. 12:00 á skrivstovu felagsins á adressuni:

P/F Vága Floghavn
Skrivstovan
Flogvøllurin í Vágum
FO-380 Sørvágur

Att.: Jákup Sverri Kass, stjóri

Boð skulu latast inn í fýra skrivligum eintøkum, umframt einum eintaki á CD-rom ella einum geyma.

Upplating av tilboðum
Tilboð, sum eru móttikin rættstundis verða latin upp beint eftir at tilboðsfreistin er úti. Høvi verður ikki hjá einstøku tilboðsgevarunum at verða til staðar tá ið tilboðini verða latin upp.

??ll innlatin og upplatin tilboð verða viðgjørd í trúnaði.

Metingin av innkomnum tilboðum verður framd í tveimum umførum; útveljingarumfari, hvar mett verður um førleikar tilboðsgevarans, og tillutingarumfari, hvar ítøkilig meting verður framd einans av tilboðum teirra, sum eru mettir at hava neyðugu førleikarnar at reka útbjóðaða virksemið.

Tíðarætlan fyri útboði
Freist/dagur Evni2. septembur 2013 Fyrsta kunngerð av útboðið
4. septembur 2013 Onnur kunngerð av útboðið
29. septembur 2013 Freist at seta fram skrivligar spurningar
7. oktobur 2013, kl. 12:00 (føroysk tíð) Seinasta freist at lata inn tilboð
Vika 44 ??? 45 (mett) ??tlandi fráboðan um val av tilboðsgevara
Vika 45 ??? 46 (mett) ??tlandi undirskriving av sáttmála
1. juni 2014 Sáttmálin kemur ætlandi í gildið og rakstur byrjar.

Spurningar um útboðið og um útboðstilfarið kunnu vendast til Jákup Sverra Kass, stjóra á p/f Vága Floghavn á teldupostadressu [email protected] ella á telefon +298 212500



Sørvágur, tann 2. septembur 2013

Leiðslan

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder