2013-09-03 19:21
Raksturin av virksemi við matsølu í Vága Floghavn verður við hesum alment boðin út av P/F Vága Floghavn. Eisini fevnir útboðið um sølu av kioskvørum í teimum eindum sum eru avsettar til endamálið.
Sáttmálaskeiðið skal ætlandi byrja í seinasta lagi 1. juni 2014. Orsakað av bygging av nýggjari farstøð kann sáttmálaskeiðið tó byrja eitt sindur fyrr ella seinni, um byggiarbeiðið verður liðugt áðrenn tíð ella seinkað. Sáttmálaskeiðið gongur út eftir fimm árum at rokna frá einum mánaða áðrenn matsølan opnar. Møguleiki verður fyri at leingja sáttmálaskeiðið við einum ári afturat, um semja er um hetta partanna millum.
??tboðið fevnir um??tboðið fevnir um rættin til rakstur av matsølu frá nýggju hølunum hjá Vága Floghavn. Talan er um tvey matstøð í nýggju farstøðini og matstaðið og part av økinum við matstovuna í gomlu farstøðini.
Tey, ið bjóða uppá rakstur av matsølu í Vága Floghavn, skulu sum partur av sáttmálanum um rættin til at selja frá matstøðunum leiga tey økir/hølir, sum P/F Vága Floghavn veitir til endamálið, og øll matsøla og tað sum er fevnt av sáttmálanum skal fara fram frá teimum ávístu økjum/hølum. Vága Floghavn hevur ávís køli- og goymsluhølir til endamálið, og veitir eisini ein part av útgerðini.
Matsølubúðirnar í Vága Floghavn skulu vera opnar fyri sølu hvønn dag í vikuni í minsta lagi frá kl. 07:00 til 21:00, og annars í sambandi við alla regluliga altjóða flúgving um Vága Floghavn, bæði við flogførum og tyrlum.
??tboðstreytirnar eru nærri greinaðar í útboðstilfarinum, sum kann keypast frá P/F Vága Floghavn.
Hvør kann bjóða
Einstaklingar, feløg, samtøk ella aðrir juridiskir persónar, ið uppfylla krøvini í útboðstreytunum, og sum hava keypt útboðstilfarið frá P/F Vága Floghavn, kunnu lata inn tilboð. Um fleiri partar bjóða í felag (samtak) skal klárt verða tilskilað hvønn av samtakspørtunum P/F Vága Floghavn kann føra møguligar samráðingar við.
Hvussu fæst útboðstilfarið
??tboðið verður almannakunngjørt á heimasíðuni hjá P/F Vága Floghavn (www.fae.fo) og í føroyskum fjølmiðlum tann 2. septembur 2013 og 4. septembur 2013.
Áhugaðir tilboðsgevarar kunnu fáa útboðstilfarið við at venda sær til P/F Vága Floghavn.
Áðrenn útboðstilfarið verður sent út til áhugaðar tilboðsgevarar, skulu kr. 10.000 rindast til P/F Vága Floghavn á konto nr. 9181-155.745.0 í Eik Banka sum gjald fyri útboðstilfarið. Um P/F Vága Floghavn avlýsir útboðið, verður gjaldið afturgoldið. Vága Floghavn tilskilar sær rætt til at arbeiða við útbjóðingartilfarinum fram til 17. septembur 2013.
Freist at lata inn tilboð
Boð, ið skulu verða galdandi í 90 dagar eftir at freistin fyri at lata inn tilboð er úti, skulu verða P/F Vága Floghavn í hendi í seinasta lagi mikudagin tann 7. oktobur 2013 kl. 12:00 á skrivstovu felagsins á adressuni:
P/F Vága Floghavn
Skrivstovan
Flogvøllurin
FO-380 Sørvágur
Att.: Jákup Sverri Kass, stjóri
Boð skulu latast inn í fýra skrivligum eintøkum, umframt einum eintaki á fløgu ella geyma.
Upplating av tilboðum
Tilboð, sum eru móttikin rættstundis, verða latin upp beint eftir at tilboðsfreistin er úti. Høvi verður ikki hjá einstøku tilboðsgevarunum at vera til staðar, tá ið tilboðini verða latin upp.
??ll innlatin og upplatin tilboð verða viðgjørd í trúnaði.
Metingin av innkomnum tilboðum verður framd í tveimum umførum; útveljingarumfarið, har mett verður um førleikar tilboðsgevarans, og tillutingarumfarið, har ítøkilig meting verður framd einans av tilboðum teirra, sum eru mettir at hava neyðugu førleikarnar at reka útbjóðaða virksemið.
Tíðarætlan fyri útboðið
Freist/dagur Evni
2. septembur 2013 Fyrsta kunngerð av útboði
4. septembur 2013 Onnur kunngerð av útboði
29. septembur 2013 Freist at seta fram skrivligar spurningar
7. oktobur 2013, kl. 12:00 (føroysk tíð) Seinasta freist at lata inn tilboð
Vika 44 ??? 45 (mett) ??tlandi fráboðan um val av tilboðsgevara
Vika 45 ??? 46 (mett) ??tlandi undirskriving av sáttmála
1. juni 2014 Sáttmálin kemur ætlandi í gildi og rakstur byrjar.
Spurningar um útboðið og um útboðstilfarið kunnu vendast til Jákup Sverra Kass, stjóra í P/F Vága Floghavn, á teldupostadressu [email protected] ella á telefon +298 212500
Sørvágur, tann 3. septembur 2013
Leiðslan
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald