Avgerðin í Landsseyðasýningini 2013 varð kunngjørd í kvøld.
Sýnarar frá Búnaðarstovuni hava verið úti um landið og sýnað tey lombini og teir veðrarnar, sum fingu bestu virðislønirnar á teimum lokalu seyðasýningunum. Teir hava tikið videofilmar av øllum hesum seyðum.
Í kvøld 22. november 2013 kl 19.00 var alment tiltak á Búnaðarstovuni, har ymiskt um seyðasýningar var á skrá. Videofilmarnir frá sýningunum vórðu vístir, meðan greitt varð frá um sýningarnar. Til seinast var kunngjørt, hvørji lomb og veðrar eru vakrast, og steyp vórðu latin vinnarunum.
Skráin
Vælkomin
Rólvur Djurhuus greiðir frá um seyðasýningar í Íslandi,
Kjósing av vakrasta lambi, vakrasta veturgamla veðri og vakrasta eldri veðri. Aftaná verða virðislønir latnar.
??tvið 70 fólk vóru møtt upp á Royndarstøðini í kvøld.
Veðragjólingar:
1. Jaspur Bjartalíð, Innan Glyvur
2. Petur Andreassen, Klaksvík
3. Birgitta Eddisdóttir, Kollafjørður.
Veturgamlir veðrar:
1. Tummas Marni Joensen, Kvívík
2. Margar Holm, Porkeri
3. ??lavur Reinert, Norðradalur.
Eldri veðrar:
1. ??li í Hjøllum, Porkeri
2. Torvald Lútzen, Syðradalur
3. Heini Mohr, Klaksvík.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald