Athletics.fo skrivar: Her eru so úrslitini frá 8. og seinasta umfari í TF Vetrarkappingini, sum samstundis var FM á 10 km teininum. Kappingarnar blivu avgreiddar í sambandi við árligu Várkappingina, sum Roysnið skipar fyri í Runavík. Fari neyvan skeivur um vit siga at hetta var besta veðrið, sum hevur verið í nøkrum umfari í vetur.
Og sólstrálurnar, sum yr.no hevði lovað okkum, komu eisini fram. Tað vóru eisini nakrir rennarar sum responderaðu serliga væl uppá hesar eyka og heldur ókendu d-vitaminirnar, sum sendar vórðu av himli. Ein teirra var okkara besti rennari Marnar Djurhuus, sum í seinastuni hevur verið í sínum lívs formi. Og í dag tók hann enn eitt stórt fet framá, tá hann við tíðini 32.18 min ikki bara setti rutumet, men eisini rann skjótastu 10 km tíð, sum nakar føroyingur nakrantíð hevur runnið í Føroyum. Fram við 5 km merkinum vísti stoppurið 15.53 min! Við hesum flotta úrsliti er Marnar nú triðskjótasti á føroyska all-time listanum eftir Marna Joensen (30.58) og Guttorm Sørensen (31.28) Men har er nógv eftir enn í unga Morskranesdreinginum, sum mundi vera ein heilan kilometur frammanfyri næsta rennaran á mál, Sam Vang. Sam var umleið hálvan minutt frammanfyri Eirik Hansen á triðjaplássi.
Marnar Djurhuus vísti onga náði í dag. Hann soraði alla mótstøðu og sína egnu bestu tíð sundur og saman.
Føroyameistari hjá kvinnum gjørdist ikki heilt óvæntað Rebekka Fuglø. Eisini hon vann ein greiðan sigur, hóast hon ávegis fekk magapínu. ??tlan hennara var at renna undir 40 min á fyrsta sinni, og henda ætlan hennara hevði heilt víst eisini eydnast, vart tað ikki fyri tí andskotans livurhøggi. Bert 13 sekund restaðu í at greiða málsetningin. Heldur ikki tvey???arin í dag, Rigmor N. Arge rann upp til sítt besta. Beinini høvdu bara ikki hug at renna í dag, men bóru hana kortini trygt fram til silvurmerkið. Tórvør ??. Vang vann eisini eitt trygt bronsumerki.
Rebekka Fuglø føroyameistari fyri kvinnur og fyri kvinnuunglingar
Eitt annað ógvuliga sermerkt og flott úrslit í dag, var á 5 km hjá gentunum. Bert 11 ára gamla Maria Biskopstø rann og vann við tíðini 19.38 min. At renna undir 20 minuttir á 5 km er hjá mongum manni eitt dreymamál, og eisini eitt frálíkt úrslit. Frálíka úrslitið hjá Mariu skal ikki tað nakað frá úrlsitinum hjá Oddvør Josephsen á øðrum plássi, sum eisini fekk eitt framúr úrslit við 20.26 min. Triðja gentan á mál var Elin Kristina Ryan. Allar tríggjar renna fyri Treysti.
Maria Biskopstø kemur á mál. Hyggið eftir klokkuni!!!
Gunnar Sivertsen hevði vunnið allar av teimum seks kappingunum hann hevur runnið í vetur. Og eisini hann fekk eitt fram úr gott úrslit við sínum 18.10 min fyri teir 5 kilometranar. Rúni Skarðhamar, sum er rættiliga nýggjur í rennihøpi megnaði eisini at renna undir 19 minuttir og gjørdist nummar tvey. Steintór Egholm gjørdist nummar trý.
Gunnar Sivertsen fremstur og Rúni Skarðhamar næstur. Báðir undir 19 minuttir á 5 km!
Ann Thomsen føroyameistari hjá kvinnuveteranunum. Astrid Joensen bleiv nr. 2, men náddi ikki at koma við á myndina, men tað gjørdi Anna Maria Seloy, hóast hon rann eitt eyka umfar í dag. Hon hevur tikið seg sera nógv fram í vetur og gjørdist nummar trý.
Henry Olsen kom sterkt aftur eftir fráveru vegna skaða. Hann gjørdist føroyameistari hjá veteranunum. Cecil Weihe hevði hug at nærkast móti endanum, men tók so aftur at dragna. Guttorm Sørensen stríddi seg fram á bronsuplássið. Á myndini hevur Henry fingið Jan Elmar Sørensen upp á sleip.
Jens R. Weihe hevði ongar trupulleikar av at standa teimum ungu superveteranunum kurl, og gjørdist føroyameistari. Jósvein H. Olsen varð nr. 2 og Jóannes Ortind nr. 3
FÍF-legendan, Niels Jákup Jakobsen, inspiserar arbeiðið hjá Roysninum, men har var einki at fara eftir. Búi, Marnar og restin av Roysnamanningini greiddu uppgávuna til fulnar.
Fleiri myndir eru í myndasavninum hjá Treysti: https://picasaweb.google.com/117242881555420040312/TFVK8VarkappinginOgFM10Km#
??rslit TF VK-8 Várkappingin og FM 10 km 22. mars 2014 kl. 11.00 í Runavík | |||||
Tíð | Dreingir (1998-2002) ??? 5 km | Árg. | Felag | ||
1 | 18.10 | Gunnar Eihilt | Sivertsen | 1999 | Treysti |
2 | 18.59 | Rúni | Skarðhamar | 1999 | Roysnið |
3 | 20.33 | Steintór | Egholm | 2000 | Bragdið |
4 | 20.44 | Jákup Dahl | Ljósheim | 1998 | Hvirlan |
5 | 20.45 | Dánjal Dahl | Ljósheim | 2000 | Hvirlan |
6 | 22.10 | Hugin | Jacobsen | 2002 | Bragdið |
7 | 24.04 | Ingi | Johannessen | 2002 | Roysnið |
8 | 24.59 | Elias | Thorsteinsson | 2001 | Hvirlan |
9 | 26.56 | Jónhard | á Regni | 2001 | Roysnið |
dns | Hans Eihilt | Sivertsen | 2001 | Treysti | |
Gentur (1998-2002) - 5 km | |||||
1 | 19.38 | Maria | Biskopstø | 2002 | Treysti |
2 | 20.26 | Oddvør | Josephsen | 2001 | Treysti |
3 | 22.45 | Elin Kristina | Ryan | 2000 | Treysti |
4 | 22.57 | Rutt | Gregersen | 2001 | Treysti |
Kvinnuunglingar (1993-1997) ??? 10 km | |||||
1 | 40.12 | Rebekka | Fuglø | 1993 | Treysti |
Kvinnur opin bólkur (-1997) ??? 10 km | |||||
1 | 40.12 | Rebekka | Fuglø | 1993 | Treysti |
2 | 42.33 | Rigmor Nap. | Arge | 1969 | Hvirlan |
3 | 44.06 | Tórvør ??sterø | Vang | 1969 | Bragdið |
4 | 45.05 | Ann | Thomsen | 1966 | Bragdið |
5 | 46.02 | Astrid | Joensen | 1967 | Roysnið |
6 | 46.11 | Annika | Thomsen | 1981 | Bragdið |
7 | 46.26 | Birna Mohr | Joensen | 1970 | Hvirlan |
8 | 48.36 | Ingun G. | Sørensen | 1971 | Treysti |
9 | 49.22 | Maria Svabo | Hansen | 1972 | Bragdið |
10 | 50.38 | Jorie | Josephsen | 1971 | Treysti |
11 | 51.15 | Anna Maria | Seloy | 1964 | Bragdið |
12 | 51.46 | Birna | Abrahamsen | 1970 | Hvirlan |
13 | 51.56 | Karin Kirke | Petersen | 1964 | Treysti |
14 | 53.38 | Adelaid | Kirke | 1968 | Hvirlan |
15 | 54.41 | Anna Sofía | Eysturoy | 1963 | Bragdið |
16 | 56.08 | Tóta | Árnadóttir | 1970 | Roysnið |
17 | 56.18 | Osla | Christensen | 1972 | Hvistan |
18 | 56.35 | Elisabeth | Larsen | 1968 | Bragdið |
19 | 59.10 | Tina | Kruse Dam | 1977 | Bragdið |
20 | 60.25 | Jóhanna | Vang | 1964 | Bragdið |
21 | 64.45 | Ingun | Olsen | 1959 | Bragdið |
dns | Heidi | Jógvansdóttir | 1972 | Bragdið | |
Mansunglingar (1993-1997) ??? 10 km | |||||
1 | 32.18 | Marnar | Djurhuus | 1995 | Treysti |
2 | 37.42 | Einar | Gregersen | 1995 | Treysti |
3 | 39.49 | Teitur | Bjarnastein | 1997 | Bragdið |
1 | 32.18 | Marnar | Djurhuus | 1995 | Treysti |
2 | 36.02 | Sam | Vang | 1970 | Bragdið |
3 | 36.33 | Eirikur | Hansen | 1980 | Bragdið |
4 | 37.19 | Henry | Olsen | 1964 | Bragdið |
5 | 37.25 | Jan Elmar | Sørensen | 1991 | Treysti |
6 | 37.35 | Cecil | Weihe | 1965 | Bragdið |
7 | 37.42 | Einar | Gregersen | 1995 | Treysti |
8 | 37.43 | Niels | Poulsen | 1972 | Bragdið |
9 | 38.09 | Regin | Thomsen | 1976 | Roysnið |
10 | 38.09 | Guttorm | Sørensen | 1968 | Treysti |
11 | 38.15 | Hallur | Holm | 1967 | Bragdið |
12 | 38.57 | Marnar | Pattinson | 1970 | Roysnið |
13 | 39.12 | Jóhan M | Jacobsen | 1966 | Roysnið |
14 | 39.18 | Heini | Gregersen | 1964 | Treysti |
15 | 39.24 | Petur | Lamhauge | 1974 | Bragdið |
16 | 39.38 | Súni | Jacobsen | 1967 | Bragdið |
17 | 39.49 | Teitur | Bjarnastein | 1997 | Bragdið |
18 | 39.50 | Jens.R. | Weihe | 1947 | Frælsi |
19 | 40.09 | Jonhard | Larsen | 1966 | Treysti |
20 | 40.55 | Hjalmar | Sjóvará | 1966 | Bragdið |
21 | 41.17 | Arnfinn | Johannessen | 1965 | Roysnið |
22 | 41.21 | Herluf | Jakobsen | 1963 | Bragdið |
23 | 41.49 | Egil | Olsen | 1963 | Roysnið |
24 | 42.12 | Allan | Dalsgarð | 1972 | Bragdið |
25 | 42.23 | Jósvein Herup | Olsen | 1958 | Bragdið |
26 | 43.04 | Hilmar | Høgenni | 1962 | Bragdið |
27 | 43.29 | Arnfinnur | Helmsdal | 1970 | Bragdið |
28 | 44.19 | Eyðun | Simonsen | 1969 | Bragdið |
29 | 44.36 | Terje | Hansen | 1968 | Roysnið |
30 | 44.39 | Kári | Simonsen | 1959 | Bragdið |
31 | 45.20 | Christian | Olsen | 1962 | Bragdið |
32 | 45.25 | Rúni | Simonsen | 1973 | Bragdið |
33 | 45.47 | Rani Friang | Rasmussen | 1985 | Roysnið |
34 | 45.48 | Birgir | av Vollanum | 1972 | Signabø |
35 | 46.00 | Jóannes | Ortind | 1951 | Bragdið |
36 | 46.09 | Johnny | í Grótinum | 1975 | Bragdið |
37 | 47.36 | Jan | Egholm | 1972 | Bragdið |
38 | 48.21 | Gunnar | Simonsen | 1952 | Treysti |
39 | 48.46 | Jógvan Svabo | Samuelsen | 1981 | Klaksvík |
dns | Júst | í Túni | 1986 | Treysti | |
dns | Rói Herup | Olsen | 1983 | Bragdið | |
dns | Regin | Jóanesarson | 1945 | Roysnið | |
dns | Andreas | Josephsen | 1968 | Treysti | |
Kvinnur veteranar (1959-1968) ??? 10 km | |||||
1 | 45.05 | Ann | Thomsen | 1966 | Bragdið |
2 | 46.02 | Astrid | Joensen | 1967 | Roysnið |
3 | 51.15 | Anna Maria | Seloy | 1964 | Bragdið |
4 | 51.56 | Karin Kirke | Petersen | 1964 | Treysti |
5 | 53.38 | Adelaid | Kirke | 1968 | Hvirlan |
6 | 54.41 | Anna Sofía | Eysturoy | 1963 | Bragdið |
7 | 56.35 | Elisabeth | Larsen | 1968 | Bragdið |
8 | 60.25 | Jóhanna | Vang | 1964 | Bragdið |
9 | 64.45 | Ingun | Olsen | 1959 | Bragdið |
Menn veteranar (1959-1968) ??? 10 km | |||||
1 | 37.19 | Henry | Olsen | 1964 | Bragdið |
2 | 37.35 | Cecil | Weihe | 1965 | Bragdið |
3 | 38.09 | Guttorm | Sørensen | 1968 | Treysti |
4 | 38.15 | Hallur | Holm | 1967 | Bragdið |
5 | 39.12 | Jóhan M | Jacobsen | 1966 | Roysnið |
6 | 39.18 | Heini | Gregersen | 1964 | Treysti |
7 | 39.38 | Súni | Jacobsen | 1967 | Bragdið |
8 | 40.09 | Jonhard | Larsen | 1966 | Treysti |
9 | 40.55 | Hjalmar | Sjóvará | 1966 | Bragdið |
10 | 41.17 | Arnfinn | Johannessen | 1965 | Roysnið |
11 | 41.21 | Herluf | Jakobsen | 1963 | Bragdið |
12 | 41.49 | Egil | Olsen | 1963 | Roysnið |
13 | 43.04 | Hilmar | Høgenni | 1962 | Bragdið |
14 | 44.36 | Terje | Hansen | 1968 | Roysnið |
15 | 44.39 | Kári | Simonsen | 1959 | Bragdið |
16 | 45.20 | Christian | Olsen | 1962 | Bragdið |
dns | Andreas | Josephsen | 1968 | Treysti | |
Menn superveteranar (-1958) ??? 10 km | |||||
1 | 39.50 | Jens.R. | Weihe | 1947 | Frælsi |
2 | 42.23 | Jósvein Herup | Olsen | 1958 | Bragdið |
3 | 46.00 | Jóannes | Ortind | 1951 | Bragdið |
4 | 48.21 | Gunnar | Simonsen | 1952 | Treysti |
dns | Regin | Jóanesarson | 1945 | Roysnið |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald