??rslit frá Landaveg sukklukappingini, sunnudagin 13. apríl 2014
Veðrið var súkklaunum tilvildar tá leiðin gekk úr Havn, til Kollafjørð, til Vestmana, og aftur eftir Oyggjarvegnum til Havnar. Komnir til Havnar gekk leiðin eftir Eystara Ringvegi, yvir á Skansan, og so á mál við Plantusøluna við Hvítanesvegin.
Nógvar brekkur og tí ein hørð kapping. Guðmundur Joensen setti ferð á niðan úr Vestmanna, og hvørki Dávur, Sverri, Súsanna og Gunnar megnaðu at halda tørn. Guðmundur koydi so solo restina av teininum á mál. Dávur og Gunnar royndu at koyra Guðmundur inn aftur, men Dávur punkteraði við Leynasand, og mátti tískil gevast.
Sverri var væl koyrandi, og kom hann triðjur á mál.
Súsanna Skylv koyrdi eisini væl. Hon var einasta kvinnan, ið stillaði upp, og hon brúkti smáar tríggjar tímar um teinin.
Jákup Apol royndi seg á fyrsta sinni sum kappsúkklara í Føroyum, og við hesum í huga, og at teinurin var sera harður, ja so kláraði Jákup kappingina til eitt UG. Jákup brúkti hálvan fjórða tíma um teir uml. 90 kimometrarnar.
??rslit:
Menn:
1. Guðmundur Joensen, 2 tímar 44 minuttir 50 sekund.
2. Gunnar Dahl-Olsen, 2.51.50
3. Sverri Mohr Edvinsson, 2.53.30
4. Jákup Apol, 3.28.35
5. Dávur Magnussen, DNF
Kvinnur:
1. Súsanna Skylv, 2 tímar 59 minuttir 8 sekund
Næsta kapping verður longu komandi mikudag. Tá verður kappast í Einkultstarti og teinurin, ið verður koyrdur er millum rundkoyringina við Skansan og Rundkoyringina við R.C. Effersøesgøtu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald