2014-09-01 13:00
Stutt eftir døgurða í gjár, kom Brimil á Vestmanna við 10 mannafarinum ???Urðardrangur???.
???Urðardrangur??? fór fyrrapartin at leka norður úr Barinum á Vágoynni. Tveir mans vóru við Urðardrangi, teir kláraðu ikki at halda lens, og bóðu tí um hjálp.Hvidbjørnen og Brimil, ið báðir vóru á leiðini vóru skjótir hjá Urðardrangi.
Pumpa bleiv sett umborð á bátin, og hann fekst lens aftur, síðani tók Brimil bátin inn á dekkið, og sigldi við honum á Vestmanna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald