Ítróttur

??r Gásadali, til Viðareiðis og so til Havnar á súkklu (210km)

...

2014-03-23 16:57 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tað var venjingin hjá nøkrum súkklarum í gjár.

Tað vóru 13 súkklarar (22 súkklarar vóru við tilsamans), sum byrjaðu uppá langa túrin, úr Gásadali, uppum Sandavágsháls, undir vatnskorpuna í Vestmannasundi, norður gjøgnum Sundalagi, gjøgnum Eysturoyartunnilin, síðani uppum Gørueiðið, og aftur undir eitt sund, tá ið súkklarnir skuldi til Klasvíkar, gjøgnum teir myrku tunlarnar í Norðoyggjum, norð til Viðareiðis at venda, so kósina móti høvusstaðnum. Í alt 209 km uppá 9 tímar og 9 min., sum gevur eina meðalferð uppá 23,2 km/t. Tilsamans súkklaðu súkklarnir 3.937 hæddarmetrar og hitin var 2,7 stig í miðal.

Hetta var hjá fleiri fyrsti túrurin hjá Team Rynkeby súkklarnum á nýggju súkklunum, Team Rynkeby súkklarnir hava fingið tær nýggju súkklurnar í hesi vikuni.

Tað vóru tó ???bert??? 3 súkklarar, sum gjøgnumførdu allan teinin, tað vóru Guðmundur Guðmundsson, Sverri Mohr Edvinsson og Finn Danberg, tann sum súkklaði 4. longst var Jonhard Joensen úr Sandavági, hann súkklaði 187 km.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder