Vit hava fingið Ásbjørn Nielsson Nattestad, at meta um fyrsta finaludystin hjá monnum.
Skírishósdag 17.04.14
Kl. 16.00 Elektron: VÍF ??? Kyndil, Høllin í Vestmanna
Kl. 17.30 Framsýningardystur G12 (2 x 15 min), Høllin í Vestmanna
Kl. 18.05 Framsýningardystur D12 (2 x 15 min), Høllin í Vestmanna
Kl. 18.40 Framsýningardystur G14 (2 x 20 min), Høllin í Vestmanna
Kl. 20.00 Atlantic Airways: VÍF ??? KÍF, Høllin í Vestmanna
So er tíðin komin til finalurnar um føroyameistaraheitið. Fyrra mansfinalan verður í morgin. Tá ferð KÍF til Vestmannar at spæla móti VÍF.
Sjálvur havi eg alt árið havt VÍF sum størsta favorittin til meistaraheitið, og tann støðan er ikki broytt enn. Orsøkin til, at eg havi havt VÍF sum favorit vóru teir góðu leikarnir á liðnum og við Mads Eriksen og Zarko Pejovic afturat er liðið bara vorið sterkari. Samstundis hevur VÍF so gott sum alt árið verið eitt av betri liðunum og er tískil heilt uppiborið komið í finaluna.
Týdningarmesti leikarin er enn sum áður Filip Jojic, sum enn einaferð hevur víst eitt serstakliga høgt støðið gjøgnum kappingina. Men harafturat hava VÍF nú eisini tríggjar heilt góðar málverjar. Spælir Eli illa so koma Niklas ella Tóki inn og teir hava eisini gjørt tað gott. Og so mugu ikki gloyma Áka Egilsnes. 17 ára gamal og longu nú sera stóran týdning fyri liðið hjá VÍF. Í øllum førum hugvekjandi, at truplasta tíðin hjá VÍF í hesum kappingarárinum var tá Áki var skaddur.
KÍF hevur aftur í árinum ligið heilt frammi í oddinum alt árið. Teir vóru um at blakað finaluplássið burtur móti endanum, men so tók nevndin eina avgerð, sum helst bjargaði teimum finaluna.
Nakað av rokið hevur verið í seinastuni í leguni hjá kollfirðingum, men venjaraskiftið sær út til, at hava havt eina sera jaliga ávirkan á liðið.
Ein av størstu styrkjunum hjá KÍF seinastu árini hevur verið breiddin á liðnum. Men í ár hevur tað ikki verið júst breiddin á liðnum, sum hevur verið stóra styrkin. Heldur er tað, at fleiri leikarar hava gjørt tað væl. Magnus Muller kom so flúgvandi inn í tíðina í KÍF, men er steðgaður eitt sindur upp og ístaðin er Janus Jakobsen komin inn á liðið og hevur gjørt tað framúr, serstakliga í verjupartinum. Og so má mann ikki gloyma toppskjúttarnar á liðnum, Hans Eli og Nicklas, sum báðir hava gjørt tað fantastiskt alt árið.
Sí eisini: Morten Hust metir um fyrru kvinnufinaluna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald