2013-10-29 03:53
Tað heldur Theodor Thomassen í Sørvági, sum í dag heldur sín 105 ára føðingardag
Theodor hevur verið sjómaður alt lívið, og hann róði út líka til hann var 99 ára gamal, tá sjónin bilaði so mikið, at hann ikki fekk róð út meira.
Fyri 26 árum síðani misti Theodor konuna. Tey fingu 10 børn, fimm dreingir og fimm gentur. Theodor búði einsamallur til hann fylti 100 ár. Síðani tá hevur hann búð hjá dótrini Elisu, har hann enn býr.
Hoyr her: http://kvf.fo/netvarp/uv/2013/10/28/uppskriftin-er-vera-fornjaur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald