2015-08-04 21:02

Tað eydnaðist ikki anstøðuni, at fella Kaj Leo Holm Johannessen í dag.
Tingið hevur í dag havt atkvøðugreiðlsu um misálit á løgmann, sum Tjóðveldi og Framsókn løgdu fram. Men tað fall, tó so vóru 14 atkvøður fyri, 10 vóru blankar og 9 móti.
??ll anstøðan stóð saman, sum telur 13 atkvøður, tey fingu eisini eina stemmu frá samgonguni, tað var Jákup Mikkelsen, sum eisini stemmaði fyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald