Politikkur

Uppskot um løðistøðir til elbilar

...

2014-10-07 19:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Hóast hugurin at útvega sær elbil hevur verið vaksandi hjá føroyingum seinastu árini, og hóast Føroyar eru stak væl egnaðar til elbilar, so koyra bert nakrir heilt fáir á føroysku vegunum.

Løgtingið samtykti longu á vári 2008 at bilar, sum burturav koyra uppá ravmagn ella vetni, skuldu sleppa undan skrásetingargjaldi. Bilarnir gjalda heldur einki CO2-útlátsgjald. Avgjaldsfrítøkan varð gjørd fyri at eggja fólki til at útvega sær elbil, men hetta hevur kortini ikki sett ferð á søluna av elbilum.

Ein av orsøkunum er uttan iva, at nærum ongar løðistøðir eru kring landið, og brúkarin tí noyðist at dúva uppá løðingina heima við hús, sum gerst ein trupulleiki, tá koyrast skulu longri strekkir.

Skotið verður tí upp fíggjarliga at stuðla, at snarløðistøðir verða settar upp í øllum størri oyggjunum í Føroyum. Stórur tørvur er á slíkum løðistøðum, sum gevur føroyingum ein veruligan møguleika at brúka elbil.

Tjóðveldi leggur tí fram eykajáttanaruppskot um at seta av pening í ár og komandi ár til endamálið. Skotið verður upp at gera eina stuðulsskipan, har ein millión krónur verða settar av í ár - sum nú er lagt fram í eykajáttaruppskoti - og tvær milliónir í 2015. Játtannin skal vera tíðaravmarkað, so ferð kemur á at seta upp løðistøðirnar.

Leinkja til uppskotið:http://www.logting.fo/files/casestate/14629/020.14%20U.t.%20eykajattanarlogtingsl.%20fyri%20september%202014-net.pdf

Tað er Bjørt Samuelsen, framsøgufólk í orkumálum, sum vegna Tjóðveldi leggur uppskotið fram.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder