Tjóðveldi: At halda grind til og at fáa hana til høldar til egna nýtslu, er ein hvørsmansrættur í Føroyum. At hesin rættur verður hóttur við ólógligum og vandamiklum virksemi ??? og at neyðugt er at fara í grind undir løgregluverju ??? er ein støða, sum á ongan hátt ber til at liva við.
Tjóðveldi hevur áður boðað frá, at neyðugt er við munandi meira virknum átøkum frá føroyskum myndugleikum til tess at fyribyrgja ólógliga virkseminum hjá felagsskapum sum Sea Shepherd í Føroyum. Landsstýrið hevur higartil bert mett hetta sum eitt mál um rættin at mótmæla, og hevur latið málið upp í hendurnar á løgregluni. Eftir grindina, ið varð hildin til Heima á Sandi 30. August 2014, má tó eisini standa landsstýrinum greitt, at hóttanirnar og fráboðaða ólógliga virksemið hjá felagsskapum sum Sea Shepherd, verða framd í verki.
Tí leggur Tjóðveldi nú uppskot fyri tingið um tilbúgving, átøk og lógarbroytingar, ið kunnu fyribyrgja hesum virksemi frameftir. Og at einstaklingar, felagsskapir og útgerð, ið hava sum fráboðað endamál at fremja ólógligt virksemi, kunnu noktast at koma til landið og at útinna slíkt virksemi her.
Í viðmerkingunum til uppskotið verður millum annað víst á:
"Hetta vekir alstóra undran millum manna og í almenna orðaskiftinum. Og rættarkenslan hjá fólki verður álvarsliga skeiklað. Tí neyvan er nakar ósamdur í, at fólk hava rætt at mótmæla og eisini at koma til landið at mótmæla. Men her talan um fjøld av fólki og mongd av útgerð og venjingum, ið bert hava eittans fráboðað endamál: At brúka ólógliga framferð og tilvitað elva til vandastøður, ið skulu forða lógliga virkseminum og rættindunum hjá øllum borgarum í landinum.
Í øðrum londum, sum vit vanliga samanbera okkum við, eru hóttanir um ólógligt virksemi hjá einstaklingum og felagsskapum ??? og ikki minst innflutningur av fólki og útgerð, ið skulu útinna slíkt virksemi ??? undir neyvum eftirliti og fyribyrging. Eitt nú loyvir Ísland als ikki umboðum fyri Sea Shepherd at koma til landið við fráboðaðum ørindum at forða og leggja seg út í teirra hvalaveiði.
Eisini ber til at spyrja, hvørt felagsskapir og einstaklingar, ið boðaðu frá, at tey komu til Føroya at fremja til dømis ágang á fiskiveiði ella alivinnu ??? ja, til dømis at gera seg inn á ein aliring og sleppa laksinum til havs ella at kvetta veirar á einum trolara ??? høvdu verið viðgjørdir á sama hátt frá landsstýri og myndugleikum."
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald