JN

Uppskot til samtyktar um at góðkenna landsroknskapin fyri fíggjarárið 2012

...

2014-02-20 23:32 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Løgtingsgrannskoðararnir hava grannskoðað landsroknskapin 2012 við støði í frágreiðingum frá Landsgrannskoðanini og frá privatum grannskoðarum, og hava lagt fyri Løgtingið Lm.nr. 81/2013 við uppskoti til samtyktar um at góðkenna landsroknskapin fyri fíggjarárið 2012.
Í uppskotinum verður serligur dentur lagdur á, at landsroknskapurin ikki er rættur/fullfíggjaður, m.a. tí: · at fleiri stovnar og grunnar eru ikki við í fíggjarlóg, í landsroknskapinum ella í fíggjarstøðuni, · at starvsfólk skylda ella eiga til góðar nógvar lønartímar, og at reglur og mannagongdir vanta fyri uppgerð og skráseting av starvsfólkaskyldum, · at ognir og útbúnaður ikki er skrásettur, og · at nakrar peningastovnskontur hjá stovnum eru ikki skrásettar í landsroknskapinum. Onnur mál, sum eru tikin fram í uppskotinum eru: · at stór meirnýtsla er á kontuni ???Serviðgerð uttanlands???, · at aðalráð fylgja ikki lógum, kunngerðum, rundskrivum og reglugerðum, t.d. um mál og avriksstýring, ognaruppgerðir, KT-trygd og lógareftirkanning, · at reglur og mannagongdir vanta viðvíkjandi íløgurøkt og gjaldførisumsiting hjá grunnum og stovnum hjá landinum, sum hava egið gjaldføri, · at KT-skipanirnar hjá TAKS hava veikleikar og váðar, · at tað verða kravdar fleiri mió.kr. fleiri inn í barsilsgjaldi, enn nýttar eru til endamálið, og · at tað framvegis eru stórar ógreiður og ivamál í forsorgarlógini.
Frágreiðingin í síni heild

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder