RSF skrivar: DM í inniróðri hevur í dag verið í Gladsaxe-høllini í Søborg. Íalt 12 føroyskir rógvarar tóku lut. Av teimum 12 rógvarunum vóru 8, sumkappaðust í ymisku unglingabólkunum.
Eftir kappingina kann staðfestast, at føroysku rógvararnir fingusera góð úrslit. Talan gjørdist nevniliga um heiðursmerki til 9 av teimum 12rógvarunum.
Tey fyrstu at kappast vóru teir fýra eldru rógvararnir. Hergjørdist úrslitið tvey gull heiðursmerki og tvey silvur heiðursmerki. SaritaKristina Hansen og Jón Nónklett vunnu gull í ávikavist veteran bólkinum fyrikvinnur 30 ??? 39 ár lættvekt og veteran bólkinum fyri menn 40 ??? 49 ár tungvekt.Bergur Dam Jensen og Toni Dam vunnu silvur í ávikavist veteran bólkinum fyri menn30 ??? 39 ár lættvekt og 50 ??? 59 ár tungvekt.
Tey átta ungu, sum vóru bulurin í føroyska róðrarhópinum til DM,stóðu seg eisini sera væl. Her gjørdist talan um gull til bæði Sunnevu LamhaugeLeo, Emmu Landgaard Nagurset og Nikobu í Gong, sum róðu í bólkunum Junior C IIpiger 13 ár, Junior C piger 14 ár og Junior B piger 16 ár. Helgi Olsen vannsilvur í bólkinum Junior C drenge 14 ár og Unnur Wenningsted á Tórgarði vannbronsu í bólkinum Junior C piger 14 ár. Hjá Kristiannu Skarpheðinsdóttir ogElin Døgg Súnadóttir gjørdist talan um ávikavist eitt fjórða pláss og eittsætta pláss í bólkinum Junior B II piger 15 ár.
Karlot Hergeirsson kappingarleiðari í Róðrarsambandi Føroya og ferðaleiðarihjá føroyska hópinum vísir á, at Róðrarsambandið fegnast stórliga um góðuúrslitini, sum greitt vísa, at Føroyar eru ein sterk kappróðrartjóð. Hannleggur afturat, at serliga úrslitini hjá teimum ungu rógvarunum vísa, atføroyski kappróðurin og inniróðurin hava eina bjarta framtíð eins og at miðvísaarbeiðið, sum Róðrarsambandið er farið undir seinastu árini fyri at menna ogskipa inniróðurin, gevur góð úrslit.
Niðanfyrisíggjast úrslitini hjá føroysku rógvarunum á vanliga kappingarteininum:
Sunneva Lamhauge Leo gull Junior C IIpiger 13 år 3min 767m
Emma Landgaard Nagurset gull Junior C piger 14år 4min 1077m
Helgi Olsen silvur Junior C drenge 14 år 4min 1147m
Kristianna Skarpheðinsdóttir 4. pláss Junior B II piger 15 år 2000m 7:52.4min
Nikoba í Gong gull Junior B piger 16 år 2000m 7:25.8 min
Unnur W. á Tórgarði bronsa Junior Cpiger 14 år 4min 1018m
Elin Døgg Súnadóttir 6. pláss Junior B II piger 15 år 2000m 7:57.1 min
Sarita Kristina Hansen gull veterandame 30???39 ár lættvekt 2000m 7:28.4min
Jón Nónklett gull veteran herre 40???49 ár 2000m 6:12.1min
Bergur Dam Jensen silvur veteranherre 30 ??? 39 ár lættvekt 2000m 6:35.3min
Toni Dam silvur veteran herre 50???59 ár 2000m 6:22.8min
??rslitinifrá spurtinum (200 m) :
Emma Landgaard Nagurset gull JuniorC piger 13-14 år 39,6 sek
Unnur W. á Tórgarði silvur JuniorC piger 13-14 år 41, 2 sek
Sunneva Lamhauge Leo 6. pláss JuniorC piger 13-14 år 43, 1 sek
Helgi Olsen gull JuniorC drenge 13-14 år 34, 7 sek
Elin Døgg Súnadóttir 4. pláss JuniorB piger 15-16 år 38,6 sek
Nikoba í Gong 5.pláss Junior B piger 15-16 år 38, 7 sek
Kristianna Skarpheðinsdóttir 18. pláss JuniorB piger 15-16 år 43,9 sek
Jannik K. Dalfoss 9. pláss JuniorB drenge 15-16 år 35,7 sek
Sarita K. Hansen 4. pláss Seniorkvinde åben 38,6 sek
Bergur R. Dam Jensen 6. pláss Seniormænd åben 32,1 sek
Stafettin(2000m):
Sunneva, Unnur, Kristianna
og Jannik 3.pláss Junior 10-16 ár 7:17.7 min
Emma, Helgi, Elin
og Nikoba 7.pláss Junior 10-16 ár 7:30.4 min
Í morgin ??? sunnudagin ??? kl. 1600 skiparRóðrarsamband Føroya fyri móttøku í ÍSF-húsinum, har høvi verður at heilsa uppárógvararnar og ynskja teimum tillukku.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald