Ragnhard Petersen byrjaði í dag í starvi sum ungdómsráðgevihjá Heimamissiónini. Hann kemur í starv eftir at eingin ungdómsráðgevi hevurverið seinastu árini.
Ragnhard er um at vera liðugur við sína útbúgving sumgudfrøðingur, og hann kemur at starvast hálva tíð sum ungdómsráðgevi.
Í samband við setanina sigur Heri Kjærbo, missiónsskrivari,at tað er gleðiligt at fáa ein í starv, sum burturav fæst við ungdómsarbeiðini.
- Landsungdómsnevndin og onnur, sum hava tikið sær avungdómsarbeiðinum hjá Heimamissiónini, meðan eingin ungdómsráðgevi hevur verið,hava gjørt ein stóran innsats, men tað hevur verið saknur á einumungdómsráðgeva, sigur Heri.
Sjálvur sigur Ragnhard, at hann í arbeiðinum fer at leggjastóran dent á upplæring av leiðarum til ungdómsarbeiðini kring landið, tí at íGuds ríki er tað altíð brúk fyri leiðarum, sum vilja taka ábyrgd og ganga áodda.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald