2016-07-03 15:25

Tað var klokkan 07:54 at løgreglan fekk eina fráboðan um eitt ferðsluóhapp í Trongisvági, har ein ung kvinna hevði koyrt inní ein garð.
Tyrlan hjá Atlantsflog var boðsend at flyta 19 ára gomlu gentuna á Landssjúkrahúsið.
JN.fo hevur júst tosa við vakthavandi á løgreglustøðuni í Havn. Vakthavandi sigur, at gentan nú er ávegis til Danmarkar við seinnapart flogfarinum hjá Atlantic Airways. Støðan hjá gentuni er ikki góð, leggur vakthavandi afturat.
Løgreglan veit ikki at siga hví ferðsluóhappið hendi.
Les eisini: Ung genta er flutt á Landssjúkrahúsið eftir ógvusligt ferðsluóhapp í Suðri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald