JN

Ung genta er flutt á Landssjúkrahúsið eftir ógvusligt ferðsluóhapp í Suðri

...

2016-07-03 09:43 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Klokkan 07:54 í morgun fekk løgreglustøðin í Havn eina fráboðan um eitt ferðsluóhapp í Trongisvági.

Ein 19 ára gomul genta skuldi taka eitt sving, men kláraði tað ikki, hon rendi síðani inní ein garð, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn í morgun við JN.fo. Bilurin ið hon koyrdi við er illa farin.

Bjargingartyrlan hjá Atlantsflog varð boðsend at flyta gentuna á Landssjúkrahúsið í Havn. Vakthavandi veit í løtuni ikki at siga hvussu støðan hjá gentuni er. 

Leggjast kann afturat, at náttin hevur verið sera friðarlig hjá løgregluni.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder