Yvirskot í undirsjóvartunlunum.
Undirsjóvartunlarnir, P/FNorðoyatunnilin og P/F Vágatunnilin, hava havt aðalfund, har roknskapirnirvórðu framlagdir.
Vágatunnilin
??rslitið í P/F Vágatunlinum fyri 2013 gjørdist eitt avlop á5,6 mió. kr., sum er 5,1 mió.kr. betur enn árið fyri, tá avlopið var 0,5 mió.kr. Umsetningurin var 21,2 mió. kr. í 2013 og 20,8 mió.kr. í 2012. Í Vágatunlinum koyrdu 620.072 akfør gjøgnum tunnilin, 25.688fleiri enn í 2012, ein vøkstur á 4,3%. Hetta svarar til, at taðkoyrdu 1.697 akfør í miðal um samdøgrið.
Talvan niðanfyri vísir samlaðu ferðsluna í Vágatunlinumsíðan tunnilin lat upp. Seinastu tvey árini áðrenn tunnilin lat upp, tá báturflutti akførini, framganga eisini av talvuni:
Norðoyatunnilin
Ársúrslitið í P/F Norðoyatunlinum varð eitt avlop ákr. 2,6 mió. kr., sum er 1,1 mió. kr. lakari enn 2012, tá avlopið var 3,7 mió.kr. Umsetningurin var 25,4 mió. kr. í 2013 og 25,9 mió. kr. í 2012. Í Norðoyatunlinum koyrdu 791.604 akfør gjøgnum tunnilin, sum er ein vøkstur á5,9% í mun til 2012, tá 747.368 akfør gjørdu nýtslu av tunlinum. Ferðslan hevurí 2013 verið í miðal 2.169 akfør/samdøgur í mun til 2.042 akfør/samdøgur í2012.
Talvan niðanfyri vísir samlaðu ferðsluna íNorðoyatunlinum síðan tunnilin lat upp 26 apríl 2006. Seinastu tvey áriniáðrenn tunnilin lat upp, tá bátur flutti akfør um Leirvíksfjørð, framgangaeisini av talvuni:
Miðalprísurin, sum hvørt akfar hevur goldið í 2013, varkr. 66,50 í Norðoyatunlinum og kr. 68,26 í Vágatunlinum. Nevndirnar viðgera viðjøvnum millumbili, um grundarlag er fyri at broyta prísirnar.
Nevndirnar afturvaldar
Á aðalfundinum vóru nevndirnar afturvaldar. Í nevndini fyriNorðoyatunnilin sita Jens Kári Vilhelm, Heri M. Hammer og Johanna áBergi. Nevndin skipaði seg við við Jens Kára Vilhelm sum formanni og HeraM. Hammer sum næstformanni.
Í nevndini fyri Vágatunnilin sita Jens Kári Vilhelm, DánjalT. Thomsen, Mathea Hilduberg og Marita Hentze. Nevndin skipaði seg við JensKára Vilhelm sum formanni og Dánjal T. Thomsen sum næstformanni.
Fleiri upplýsingar ella viðmerkingar tiltíðindaskrivið fáast við at venda sær til Una Danielsen, stjóra, á tlf.285700
Vinaliga
Uni Danielsen
Á grafunum á næstu síðunum sæst, hvussu prísgongdin hevurverið fyri persónbilar, lastvognar/trailarar/bussar størri og minni enn 12,5metrar, síðan tunlarnir lótu upp.
Stakir túrar lækkaðir 47%, kubbar (20 túrar) lækkaðir55%.
Yvir12,5m lækkaðir 82%, millum 6m og 12,5m lækkaðir 73%.
Yvir12,5m lækkaðir 78%, millum 6m og 12,5m lækkaðir 67%.
Stakprísurlækkaður 41%, kubbahald (20 túrar) lækkað 51%.
Prísuryvir 12,5m lækkaður 75%, >6m <12,5m lækkaður 63%
Stakprísurtrailarar lækkaður 70% og >6m <12,5m lækkaður 55%
Uni Danielsen
Postsmoga1010
Hoyvíksvegur65
FO-110 Tórshavn
Dir.: +298 350204
Tel.: +298 350200
Mob.:+298 285700
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald