Ítróttur

Undan 3. umfari

...

2014-03-28 14:34 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

FSF: Nú havi eg ta luksus-uppgávu, at eg skal meta um kappingina, eftir at tvey umfør eru spæld. Eg haldi tó ikki, at tað broytir stórvegis upp á tað, sum eg væntaði áðrenn kappingin byrjaði. Kanska eitt sindur.

Áðrenn kappingin byrjaði býtt eg feløgini í fýra bólkar.

Bólkur 1: HB, Víkingur, EB/Streymur
Um ein hyggur eftir hópunum hjá hesum feløgunum, eru tey øll FM-kandidatar.

Bólkur 2: KÍ og ÍF
ÍF er í hesum bólkinum, tí eg tori ikki at avskriva ÍF meira, teir hava lumpað okkum øll tvey ár á rað. KÍ er her, og kann skjótt koma upp í ovasta bólkin (topp 3). Teir hava styrkt seg á júst teimum plássunum, sum tað var neyðugt at gera, og nú tykist at vera javnvág á liðinum. Kann blíva eitt sera gott ár hjá KÍ, um teir halda fram við tí, sum teir higartil hava víst.

Bólkur 3: AB, B36, NSÍ
Bleyta millumvøran. Hesi kunnu fara upp eftir, men tey kunnu eisini fara hinvegin. ??ll hava longu fingið sær stig. Áðrenn kappingin byrjaði væntaði eg mest av AB, men tað kann líka so væl blíva B36 sum kemur best frá tí í hesum bólkinum og fer nøkur pláss upp. Áðrenn kappingina væntaði eg minnst av NSÍ, og tað er ikki broytt.

Bólkur 4: B68 og Skála
Surprise me. B68 kann møguliga yvirliva, meðan eg ivist nógv í, um Skála hevur nakran møguleika.

Og so til tað ómøguliga, men eg geri eina roynd.

Endaliga støðan:
1. HB
2. EB/Streymur
3. Víkingur
4. KÍ
5. ÍF
6. AB
7. B36
8. NSÍ
9. B68
10. Skála

3. umfar:

B36 ??? Víkingur X
Tvey feløg sum hava fingið fullkomuliga ymiska byrjan upp á kappingina møtast í Gundadali. B36 við seks stigum. Víkingur við null.

Eg sá dystin millum KÍ og Víking í Klaksvík. Víkingur var vandamikið gjøgnum allan dystin, men fær einki burturúr. Víkingur hevur ikki bara null stig fyri tveir dystir, teir hava eisini null mál. Tá skal allíkavæl eisini havast í huga, at stengurnar hava ikki hjálpt teimum.

B36 hevur hinvegin klárað seg betri enn væntað. Tað var væntað, at teir vunnu á Skála, men tey flestu væntaðu ikki meira enn javnleik á Argjum.

Trýstið er á Víkingi, sum helst skal hava trý stig, meðan B36 hevur fingið luft frá tveimum teimum fyrstu dystunum. Dysturin kann koppa báðar vegir, so eg velji gylta millumvegin.

HB ??? KÍ 1
Bæði feløgini hava fingið góða byrjan. Tveir dystir er ikki nógv at meta út frá, men HB vísti styrki á heimavølli móti ÍF, og fáa teir sama spælið at koyra móti KÍ, verður tað helst nokk til trý stig.

Longu nú haldi eg tó, at tað ber til at síggja, at KÍ er væl betri skipað í verjuspælinum (flestu møguleikarnir hjá Víkingi komu eftir deyðbóltar), og tí kann tað blíva tórført hjá HB. Álopsspælið hjá KÍ riggaði illa móti Víkingi, men allíkavæl vann KÍ.

Ein tættur dystur, har eg gevi HB fyrimunin, tí teir eru á heimavølli.

EB/Streymur ??? Skála 1
EB/Streymur er størsti favoritturin í hesum umfarinum. Skála hevur ikki enn sannført nakran um, at teir fara at fáa fótafestið í Effodeildini. Skála møtir einum svangum EB/Streyms-liðið, sum als ikki heldur, at tveir javnleikir frá fyrstu umførunum er nøktandi. Eitt greitt 1 tal.

ÍF ??? B68 1
Nú má tað verða hjá fuglfirðingum, um teir ætla sær at fylgjast við teimum ???stóru???. Null stig fyri tveir dystir er skuffandi. B68 vísti hinvegin í farna umfari, at teir kunnu spæla móti øllum á heimavølli. Eg bíði líka eftir, um teir eisini kunnu gera tað á útivølli. ÍF á heimavølli móti B68, ger fuglfirðingar til favorittar, og tí verður tað eitt 1-tal.

NSÍ ??? AB X
Tvey feløg í sama vektklassa møtast við Løkin. NSÍ hevur fingið góða byrjan við fullum stigatali. AB hevur eisini fingið nøktandi byrjan, men argjamenn ergra seg helst um tapi fyri B36.

NSÍ er sterkt á heimavølli, men AB vísti í Gøtu, at teir kunnu eisini á útivølli. Eg haldi ikki, at tað er nógvur munur á hesum liðunum, og tí velji eg javnleikin.

Leivur Frederiksen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder