Ítróttur

Undan 2. umfari

...

2014-03-20 01:35 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

FSF.fo:

Top 3
Eg havi sett HB til at blíva FM-vinnara. Teir hava sterkasta hópin, fingið sín dreymavenjara og hava rættu ???týpurnar??? til at fáa HB um málstrikuna sum nummar eitt. Eg vænti ikki, at HB vinnur tað greitt og tað kann gott ganga eini 10 til 15 umfør, áðrenn HB kemur at mynda fyrsta plássið.
Eg vænti, at HB vinnur við einum góðum miðróðri, har breiddin kemur teimum til góðar. Vandin hjá HB er, at favorittleikluturin kann blíva tungur og fleiri spælarar skulu finna seg í ikki at spæla.
Tá eg setti stigatalvuna av fyrstan tíð, so var eg ikki í iva um, at Víkingur og EB/Streymur blíva nummar tvey og trý. Tað stendur fast, men tað kundi eins væl verið alt millum ÍF og AB, sum koma at gera seg galdandi.
Víkingur hevur sett sær høg mál og fingið tilgongd, sum hevur styrkt liðið. Fyri EB/Streym er talan eisini um onkrar nýggjar stórar spælarar, men tað ivasamt hvussu grammir onkir av meiri royndu spælarunum hjá EB/Streymi eru.

Miðbólkurin
Eg havi koyrt ÍF, B36, NSÍ, KÍ og AB í ein bólk fyri seg. Her kann alt henda og tað er verður helst lítið, sum kemur at skilja liðini. Tað verða marginalar, sum koma at avgera hvør verður í oddinum og hvør endar nærri botninum.
Eg havi valt ÍF og B36, at standa seg betri enn hini. ÍF hevur tvey ár upp í slag vunnið silvur. Hóast onkrar broytingar eru, so vænti eg at teir koma at stanada seg rímiliga væl. Nógvir royndir spælarar eru á liðnum. B36 havi eg somuleiðis til at klára seg væl. Teir hava í Sámal Erik Hentze ein venjara, sum veit hvat hann vil. Hann finnur seg heldur ikki í einum og hvørjum. Fær hann tamarhald á stóru spælarunum hjá B36, og fær miðvøllin at rigga, so eru nógv mál í B36 liðnum.
NSÍ hevur áleið sama liðið minus Karl Løkin og Pól Jóhannus Justinussen. Teir havi eg ikki til at kunna koma longri upp, men vænti mær eitt trygt og miðal avrik frá NSÍ.
Tá havi eg KÍ og AB til at kunna koma longur upp. Bæði liðini hava lagt nógv fyri at styrkja liðini uttani frá. Fyri KÍ er talan um Jónas Flindt Rasmussen og Ndende, sum skulu styrkja vánaliga verjupartin. Hetta er nú partvís gjørt, men haldi teir hava nøkur pláss, har teir mangla at prógva nakað. Serliga eru tað síðurnar, sum tykjast veikar.
AB hevur ov nógvar ókendar faktorar til at seta teir longur upp. Riggar alt, so kann AB spæla við um heiðursmerkini, men tað skal ikki ganga so nógv gali áðrenn málið hjá AB aftur verður at yvirliva í deildini. ??kendu faktorarnir eru millum annað venjarin, skaðin hjá Morten Overgaard, formurin hjá Dion Splidt, tá hann kemur aftur í summar og hvussu Jóan Símun Edmundsson fellir til.

Uppflytingarstríðið
Tað hevur verið vanligt, at annar av uppflytarunum klárar tað, men hesa ferð er ilt at fáa eyga á tann uppflytaran. B68 hevur í Jógvan Martin Olsen ein góðan venjara, sum avgjørt kann fáa skil á B68 liðið í mun tilt á teir fóru niður seinast.
Trupulleikin hjá B68 er, at hini liðini tykjast sterkari. AB hevur í Jóan Símun helst ein spælara, sum kann skjóta avgerandi málini, KÍ hevur fingið styrk á røttu plássunum, meðan NSÍ liðið er væl samanspælt.
Skála er fríska íkastið til føroyskan fótbólt í 2014, men eg eri bangin fyri, at tað verður eisini tað einsta liðið kemur at verða. Ein sólskinssøga um eitt felag, sum hevur ein ungan lokalan venjara, sum stríðist millum meira royndu venjaranum og stout feløgunum.

1. HB
2. Víkingur
3. EB/Streymur
4. ÍF
5. B36
6. NSÍ
7. KÍ
8. AB
9. B68
10. Skála

AB ??? B36 1
AB hevur havt rímiligt tak á B36 á Argjum. Støðan er eitt sindur øðrvísi hesa ferð, tí Sámal Erik Hentze nú er venjari hjá B36. So er spurningur hvør fær fyrimun av at kenna hvønn annan.

AB hevur Kára Nielsen aftur í miðverjuni, men er uttan Morten Overgaard. Bæði liðini kunnu liva við einum javneliki, eftir sigar í fyrsta umfari. B36 hevur eisini fólkið til at vinna dystin, men vænti at AB verða torførir at vinna á, tá teir hava heimavøll.

HB ??? ÍF 1
Eri freistaður at seta eitt X, men eftir tveir minni góðar dystir, so vænti eg at HB trýstir meiri enn vanligt fyri at fáa sigurin. ÍF fekk eina torføra byrjan upp á kappingarárið og eg vænti tað stendur við efti hetta umfarið.

B68 ??? EB/Streymur 2
Sum skilst, so verður helst nógvur vindur um vikuskiftið, men EB/Streymur vísti farna vikuskiftið, at teir kunnu standa seg væl í vindinum. Serliga mótvindinum.

EB/Streymur er hóast eitt sindur av umskipan í vanligum skapi, meðan B68 framvegis skal finna seg til rættis. EB/Streymur vinnur.

Skála ??? NSÍ 2
Aftur freistaður at seta X, tí hetta er dagur í viku hjá Skála, at fáa NSÍ á vitjan. Hetta er ein ordans grannauppgerð, har útliðið hevur munin, meðan heimliðið hevur alt vinna.

Eg meti tó, at NSÍ er ov sterkt og at málmaskinan, Klæmint Olsen, ger munin.

KÍ ??? Víkingur X
Hetta verður helst ein dystur, har tað verður trongt á miðvøllinum. Víkingur gjørdi tað trongt fyri HB í stórsteypadystinum og tað verður helst eisini tilfeldið í hesinum dystinum.

Eg vænti, at hesin dysturin kann bílva avgjørdur í síðunum. Har er Víkingur sterkari, serliga í síni høgru síðu við Bárði Hansen á bakkinum. Hinvegin, so hevur KÍ fyri vana at spæla væl fyrsta triðingin. Teir vístu aftur tekin um tað sama við at vinna í Fugalfirði í fyrsta umfari.

Tí fari eg at seta eitt X.


Tróndur Arge

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder