Ítróttur

Umróður á Miðvági

...

2014-07-21 23:38 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

RSF skrivar á heimasíðu síni:

Fráboðan !

Týsdagin 15. juli fekk nevndin í RSF eina kæru frá kvinnumanningini á 6-mannafarinum Lómi av Argjum. Kæran snúði seg um, at Lómur fekk óneyðuga nógvar aldur frá einum hjálpardómarabáti undir kappróðrinum áFøroyavestanstevnu í Miðvági. Hetta sást væl á upptøkunum av róðrinum, sum KVF gjørdi.

Nevndin viðgjørdi kæruna og kom til ta niðurstøðu at ganga kæruni á møti. Tískil skuldi róðurin hjá 6-mannaførum við kvinnum rógvast umaftur. Dagur og tíð blivu ásett og skriv sent Argja Róðrarfelag. Tó vísti tað seg, at illa bar til at finna eina tíð, sum passaði øllum manningunum. Av tí sama skar nevndin í RSF at enda í gjøgnum og ásetti umróðurin at vera í Miðvági mánakvøldið 21. juli kl. 1900.

Við róðrarkvøðu,

Nevndin í Róðrarsambandi Føroya.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder