JN

Umboðráðsval Tryggingarfelag Føroyar 2014

...

2014-02-11 20:30 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Vanlig hugsan millum manna er at trygging er seratorskilt og turrisligt at skilja. Men øll ynskja at okkara tilvera byggir á eintryggan gróðrarbotn, so vit kunna koma so heilskapaði ígjøgnum okkara perónligutilveru. Trygging er so nógv og tí eru óteljandi háttir, hvussu ein best kanntrygginga seg og síni. Tað er tí onki undranarvert, at mong bara taka við títilráðing, ið tryggingarráðgevarar mæla kundanum til.

Nú havi eg sjálvur hóastungan aldur, longu roynt at fingið lívshættisligu lungnasjúku og hevur hettamerkt mín uppvøkstur bæði so og so. Eg eri tí sera tilvitaður um, at eintrygging er lívsneyðug. Hevur tú familju, ja so er tað sjálvsagt enn meiraumráðandi at hava viðurskiftini í ordan. Tí meti eg, at tað er tíðandi, at taðeru fólk við góðari tryggingarvitan, ið umsitað felagið eftir góðumtryggingarleistið, men sannuliga eisini umboð, ið verðuliga eru førð fyri attalað fólksins søk, at seta seg í kundans stað.

Eg havi seinastu tíðinahoyrt fleiri, ið eru komin sera illa fyri í góðari trúgv, hava verði tryggaðiúr einum endað í annan, men tann dagin ólukkan hendir, er tað sum umtryggingarsamtakið ikki vil kennast við ein tryggingartakara. ??neyðugt er atfara í smálutir, men dømini eg tosi um, eru fólk, ið hava verið tryggjaði ífleiri ár. Hesi fólk hava latið alt sítt álit uppí hendurnar hjátryggingarveitaranum. Hetta álit verður brotið tá ongin hjálp er at heintað.Tað verður alla tíðina roynt at draga fyrst ein og so tann næsta síðan tanntriða og so víðari og so víðari, fyri at sleppa undan ábyrgd av kundanum.

Kann koma við einum dømi,heintað frá mínum dagliga arbeiði sum leiðari í matvøruhandli:

Um ein kundi kemur inntil mín at keypa ein mjólkapakka, so hyggja flest eftir hvat slag ein skal havaog um dato er nóg gott. Pakkarnir eru fullir av mjólk. Men skuldi tað hent at holer á einum pakka, ella skulu vit siga, at ein mjólkapakki t.d. er tómur, soletur kundin ikki gjald fyri hendan pakkan. Hann fær ein nýggjan, tí hann hevurgoldið pening til mín fyri ein fullan mjólkapakka. Somuleiðis fari eg aftur tilveitaran hjá mær (MBM) og fái endurgjald fyri tann tóma mjólkapakkan. Man kanní stuttum siga: ???Nakað fyri Nakað???. Hetta er ein sjálvfylgja.

Eg kann sjálvur undrasteitt sindur á, at vanligi borgarin er so lítið kunnagur um virksemið hjá Tryggingarfelaganum.Vit hoyra ómetaliga lítið hvat rørir seg innan tryggingartoymið hjá TryggingarfelagnumFøroyar. Tað ein ikki veit, fær ein ikki ilt av verður mangan sagt. Men í hesumføri tosa vit um ein stovn, ið flestu føroyingar eru ein partur av, ein ogn, iðvit tí øll eiga at hava ávirkan á. Tí metið eg, at ein treyt er, at man í mongumførum átti á hoyrt meira til samtakið og virksemið tess.

Hetta er grundgevninginhjá mær, at bjóða meg fram til at umboða tryggingartakarar í TryggingarfelagnumFøroyar. Tí stilli eg upp.

Valið byrjar 10 februarog skal verða Tryggingarfelagnum í hendi seinast týsdagin 4 mars. Allir tryggingartakararfáa atkvøðuseðil við postinum í hesi vikuni. Har fylgir ein vegleiðing viðhvussu farast skal fram fyri at velja.

Fari við hesum at heita áteg um at velja meg, Bergur R. Dam Jensen 4. umboðið á vallistanum, sum títtumboð til umboðráðið hjá Tryggingarfelagnum Føroyar 2014.

Takk fyri.     


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder