Í døgunum frá 6. til 9. mars vitja umboðfrá eftirskúlanum ???Solgården??? í Føroyum. Tað eru fyristøðumaðurin KristianAndersen og varafyristøðumaðurin Peter Jensen, sum koma á vitjan. Í hesumsambandi verður skipað fyri møtum ymsastaðni kring landið, har tað eisiniverður kunnað um eftirskúlan.
Skráinfyri vitjanini er henda:
6.mars klokkan 20.00: Ungdómsmøti í Meinigheitshúsinum í Havn
7.mars klokkan 09.50: Beinleiðis samrøða í Lindini
klokkan 16.00: Vitjað verður í Tofta skúla
klokkan 21.00: Ungdómsmøti í Missiónshúsinum í Leirvík
8.mars klokkan 13.00: Hugnaløta í Meinigheitshúsinum í Havn fyri øll, sum havaverið næmingar á Solgården.
9.mars klokkan 18.00: Møti í Missiónshúsinum Thabor í Fuglafirði
klokkan 20.30: Ungdómsmøti í KFUM&K í Klaksvík
Nærri kunning um eftirskúlan fæst eisini á heimasíðuni solgaarden.dk
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald