2014-07-10 23:44
Meðan Vestanstevna er í Miðvági um vikuskifti, tann 11. - 13. Juli, verða ferðsluviðurskiftini í bygdini broytt nakað:Hósdagin 10. Juli kl 19 til mándagin 14. Juli kl 19 er Kirkjavegur, millum Tormansbakka og Kirkjatún, stongdur fyri allari ferðslu.Fríggjadagin 11. Juli 2014 verður skipað fyri kapprenning. Í hesum sambandi verður Kirkjavegur, frá Kumlavegi og út á bakka stongdur frá kl 16 og til tiltakið er av. Leygardagin 12. Juli 2014 í tíðarskeiðnum 10-18, meðan kappróður er, er ongin innkoyring loyvd frá vegamótinum Hornavegur/Kumlavegur og inn í bygdina. Vaktir á staðnum lova akførum ígjøgnum, sum hava tilknýti til kappróðurin. Í sama tíðarskeiði verða íbúgvar á Kumlavegi biðin um ikki at parkera á vegnum, so atkomuligt er við bátunum.Sunnudagin 13. Juli 2014 kl 17-21 verður skipað fyri ???Fólkalívsmyndum???. Í hesum sambandi verður ongin parkering loyvd á Kirkjavegnum við vegin úti á Støð. Fólk verða ístaðin biðin um at seta bilin í bygdini, ella á ytru bryggju, har bilar kunnu setast. Um sigling á Vestanstevnu: Í sambandi við kappróður á Vestanstevnu í Miðvági, er ongin óvikomandi sigling loyvd á kappróðrarøkinum fríggjakvøldið 11. Juli millum kl 17 og 22, meðan fasti starturin verður lagdur út og leygardagin 12. Juli millum kl 12 og 18, meðan kappróðurin er. Ger nakar skaða á fasta startin, kemur viðkomandi undir endurgjaldsskyldu. |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald