Vinna

Ulrik Wilbek vil hava Jóhan á Plógv Hansen á danska landsliðið

...

2013-09-02 20:47 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Hetta stendur í persónligari umbøn til Hondbóltssamband Føroya frá donsku venjara-legenduni.

Og tað er ikki eiti á rósandi orð, Ulrik Wilbek hevur at bera føroyska hondbólts-stjørnuskotinum.
"Johan er i øjeblikket ubetinget den bedste højre fløj i Danmar på årgang 94-95," stendur í brævinum frá Ulrik Wilbek til Hondboltssambandið.
Jóhan á Plógv Hansen kann vera tøkur á danska landsliðnum um hálvtannað ár, til EM í 2014. Tá eru tað trý ár, síðan hann spældi seinasta landsdystin fyri Føroyar. Harvið er altjóða leikbannið av.
Og Jóhan á Plógv Hansen vil sjálvur gjarna sleppa at umboða Danmark, sum er ein av heimsins bestu hondbóltstjóðum. Hoyr samrøðuna við Jóhan á Plógv Hansen, sum var í tíðindunum, tað skrivar KVF.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder