Ítróttur

U-landsliðið í badminton til Danish Junior Open

...

2014-05-17 04:17 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í døgunum 15.-18. mai er føroyska U-landsliðið í badminton í Farum. Við í kappingini eru leikarar úr Danmark, Noregi, Svøríki, Týsklandi og Føroyum. Hetta er triðja árið á rað, at Føroyar eru við. Samstundis er hetta ein liður í leikaramenningini, har BSF hevur vælt at geva fremstu leikarunum úr teimum ymisku aldursbólkunum møguleikan at verða við í Danish Junior Open. Dúgliga hevur verið vant fram ímóti kappingini, ið hilnaðist heilt væl í fjør. Sostatt eru leikararnir sera spentir uppá, hvussu úrslitið fer at síggja út hesaferð. Eftir ætlan kemur ferðalagið aftur til Føroyar sunnukvøldið.

Teir útvaldu leikararnir á U-landsliðnum eru:

U13

Mona Rasmusdóttir, ÍF - Jensa Tórolvdóttir, ÍF - Sissal Thomsen, HBF - Alma Pedersen, Lyngby - Ari Nandy, MBF - Ari M. Jacobsen, KBF - Samuel Eydsteinsson, MBF

U15

Gunnva Jacobsen, HBF - Marjun á Lakjuni, KBF - Dann Fróðason, MBF - Barður á Reynatrøð, ÍF

U17

Sólfríð Hjørleiofsdóttir, VÍF - Kristina Eriksen, HBF - Rani í Bø, KBF - Rógvi Ziskasson, HBF - Magnus Dal-Christiansen, Middelfart Badminton Klub.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder