Ítróttur

U21: Bill og Heðin hava sett liðið

...

2014-09-09 20:51 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Føroyska U21-landsliðið spælir í dag seinasta dystin í undankappingini til EM 2015. Dysturin ímóti Montenegro verður á Svangaskarði kl. 17:00.

Bill McLeod Jacobsen og Heðin Askham, U21-landsliðsvenjarar, hava sett liðið, sum í dag kl. 17:00 spælir seinasta dystin í hesari undankappingini.

Teitur Matras Gestsson verður í mál, og í føroysku verjuni verða Bárður Hansen, Hørður Askham, Bogi Reinert Petersen og Ári Mohr Jónsson. Á miðvøllinum byrja Árni Fredriksberg, Tróndur Jensen, Brandur Olsen og Heðin Hansen.

Framrættaður miðvallari verður Ari Ellingsgaard og einsamallur í álopinum verður Gunnar Zachariassen.

U21-undankappingardysturin millum Føroyar og Montenegro verður á Svangaskarði kl. 17:00. Atgongumerkjakostnaðurin er 50 krónur fyri vaksin, meðan børnini hava ókeypis atgongd.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder