Ítróttur

U20: Stórsigur á Írlandi

...

2014-05-22 23:36 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 HSF skrivar:

U20 landsliðið hjá Føroyum vann aftur stórt í dag í IHF Trophy kappingini í Andorra. Dysturin móti Írlandi endaði 40-13 eftir 18-8 í hálvleikinum. Írland er saman við Aserbajan veikasta liðið í bólkinum og tað var sjónligt frá dystarbyrjan í dag, at hetta ikki kundi ganga galið. Føroyska verjan stóð væl og dekkaði frammi á tí einasta vandamikla íranum. Sigurin kundi verið størri um okkara leikarar vóru eitt vet neyvari, men sum heild eitt góðkent avrik. Í morgin verður finalan í bólkinum móti Andorra. Dysturin byrjar kl. 19.00

Málskjúttar hjá Føroyum vóru:
Kjartan Johansen 6
Helgi Hoydal 5
Áki Egilsnes 5
Rói Berg Hansen 5
Jónast G. Djurhuus 4
Djóni V. Højgaard 4
Pætur Thomsen 4
Allan Norðberg 4
Hilmar Leon Jakosen 3

FYRRI POSTUR: 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder