JN

U19-kvinnurnar vunnu 33-16 á Moldovo

...

2017-03-18 16:13 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

HSF:U19-kvinnurnar vunnu í dag 33-15 á Moldovo, eftir 13-7 í hálvleikinum. Talan var sostatt um ein greiðan sigur á Moldova, sum eisini var mett at vera veikasta liðið í bólki 1 í EM-undankappingini.


Føroyar byrjaðu heldur trilvandi og vóru aftanfyri 3-2. Ov nógvir kjansir vóru brendir og ov nógvar villur vóru. Offensiva verjan stóð tó væl og skjótt komu okkara fram um og fóru til hálvleiks við 13-7.

Okkara vóru flúgvandi fyrstu løtuna í seinna hálvleiki og komu framum heili 22-8, áðrenn Moldova aftur fekk nøkur mál. Tað var rættiliga tíðliga í dystinum greitt, at hesin sigurin ikki fór nakran veg og sluppu allir føroysku leikararnir at spæla og sæst hetta eisini aftur á listanum yvir málskjúttar. Hetta var sostatt eisini kærkomið høvi at hvíla fleiri av leikarunum, sum skulu spæla tríggjar dystir uppá tríggjar dagar.

Við sigrinum spælir Føroyar fyri einum plássið í EM, sum verður í Slovenia seinni í summar. Tvey lið koma víðari úr bólkinum. Í morgin skal føroyska liðið spæla móti Ungarn, sum heilt vist er sterkasta liðið í bólkinum. Sunnudagin spæla okkara móti vertunum Makedonia.

Málskjúttar hjá Føroyum vóru:
Vár Djurhuus Poulsen 6
Maria Halsdóttir Weyhe 5
Tóra Eliasen 4
Fríða á Dunga 3
Anna á Steig 3
Drós Ragnarsdóttir 3
Marita Mortensen 3
Rannvá Dahl Hanusson 3
Karin Holm Simonsen 1
Magna Tórðardóttir 1
Durita Toftum Joensen 1
Sonja Lava Sirdal 1

??rslit og støður í kappingini síggjast her:
http://www.eurohandball.com/ech/19/women/2017/round/2/Qualification+Tournaments

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder