HSF skrivar um U-18:
U18 kvinnurnar taptu fyri løtu síðani móti Eysturríki. Endaliga úrslitið var 20-15 til Eysturríki eftir 9-9 í hálvleikinum.
Málskjúttar vóru: Marianna H. Jacobsen 4, Brynja Høj 3, Marianna G. Eystberg 2, Guðrið Poulsen 2, Liljan Mohr 1, Beinta S. Poulsen 1, Guðrið á Borg 1, Beinta Bárðardóttir 1
Føroyska liðið endar sostatt aftast í bólkinum við einum stigið. Føroyska liðið skal harvið kappast um 13-18 pláss í kappingini. Liðið hevur frí í morgin.
Føroysku U18 kvinnurnar taptu greitt fyri Noreg 26-12. Føroyska liðið var væl við í fyrra hálvleiki og hálvleiksstøðan var 9-7 til Noreg. Tíverri skrædnaði í seinni hálvleiki, har vinnararnir frá seinasta European Open, Noreg, vísti sína styrki.
Málskjúttar hjá Føroyum vóru: Marianna H. Jacobsen 7, Marianna G. Eystberg 3, Guðrið á Borg 1, Brynja Høj 1
Føroyska liðið spælir seinni í dag, kl. 16.45, móti Eysturríki.
Føroyska U18 kvinnulandsliðið stóð seg aftur væl í seinna dystinum í European Open í dag. ??rslitið móti Íslandi var 11-11. Aftur hesaferð var tað serliga í seinna hálvleiki at okkara kvinnur vóru stinnar. Hálvleiksstøðan var 9-3 til Ísland.
Málskúttar vóru: Marianna H. Jacobsen 3, Súsanna P. Nolsøe 2, Brynja Høj 2, Marianna G. Eystberg 1, Beinta S. Poulsen 1, Tóra Eliasen 1, Magna Tórðardóttir 1
Føroyska U18 kvinnulandsliðið hevur júst tapt 13-14 fyri Rumenia í fyrsta dystinum í European Open í Gøteborg. Eitt sera heiðurligt úrslit. Føroyska liðið var aftanfyri 3-10 í hálvleikinum, men spældi ein sera góðan seinna hálvleik, sum tær sostatt vunnu 10-6. Rumenia tapti í morgun tepurt 19-20 fyri Noreg, sum vann kappingina seinast. [les meira???]
Føroyska U18 kvinnulandsliðið skal 30. juni ??? 4. juli luttaka í European Open í Gøteborg í Svøríki. Ferðalagið fer úr Føroyum til Danmarkar komandi fríggjadag, har ein lítil venjingarlega verður, áðrenn liðið, sunnudagin 29. juni, fer víðari til Gøteborg.
Venjarin hjá U18, Flemming Oliver Jensen, hevur gjørt nakrar viðmerkingar til uppgávuna, sum stendur fyri framman.[les meira???]
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald