JN

U-18 kvinnulandsliðið til European Open

...

2014-03-07 18:28 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tíðindaskriv frá HSF

U-18 kvinnulandsliðið til European Open

Tórshavn, tann 7. marts 2014

Føroyska U18 kvinnulandsliðið í hondbólti skal í døgunum 30. juni til 4. juli luttaka í European Open í Gøteborg í Svøríki. Føroyska liðið er komi í bólk saman við Rumenia, Noreg, Íslandi og Eysturríki. Fyrireikingarnar eru farnar í gongd og ein bruttohópur verður tikin út í næstum.

European Open

European Open er ein kapping, sum á hvørjunm ári verður spæld síðuleypandi við Partille Cup. Tað eru fyrireikararnir av Partille Cup, sum saman við EHF (Evropeiska hondbóltssambandið) og SHF (Svenska hondbóltssambandið), ið skipa fyri kappingini. Annaðhvørt ár er kappingin fyri U19 manslandslið og annaðhvørt ár fyri U18 kvinnulandslið. Hetta er sama kapping, sum U19 manslandsliðið luttók í í fjør við sera góðum úrslitum.

Venjarin

Tað verður danin Flemming Oliver Jensen, sum kemur at standa á odda fyri liðnum, sum skal mannast við leikarum, sum eru føddir í 1996 ella seinni. Tað eru partvís somu leikarar, sum í vetur hava verið við til G17 úrvalsvenjingarnar. Samstundis eru nakrir leikarar í hesum aldursbólkum í Danmark. Tá HSF og Flemming Oliver Jensen í februar gjørdu nýggja samstarvsavtalu fyri úrvalsvenjingar komandi kappingarár 2014/15, var samstundis avtalað at Oliver skuldi hava ábyrgdina av U18 liðunum, bæði hjá kvinnum og monnum.

??tlanin hjá HSF er, at vit á hvørjum ári skulu luttaka í European Open, sum er ein sera dygdargóð og mennandi kapping. Samstundis kunnu vit staðfesta, at hetta er enn ein liður í ætlanunum hjá HSF at byggja upp eitt væl skipað og støðugt landsliðs- og úrvalsarbeiði fyri føroyskan hondbólt.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder