Ítróttur

U18: Føroyar taptu fyri Litava

...

2014-07-03 23:12 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Føroyska U18 kvinnulandsliðið tapti seinna dystin í millumrunduni í dag. Dysturin var ímóti Litava og endaði 30-20, eftir 13-7 í hálvleikinum.

Málskjúttar hjá Føroyum vóru: Súsanna P. Nolsøe 4, Marianna H. Jacobsen 4, Marianna G. Eystberg 3, Guðrið Poulsen 3, Brynja Høj 3, Guðrun R. Olsen 1, Tóra Eliasen 1, Beinta S. Poulsen 1

 

Føroyar endaðu sostatt nr. 2 í sínum millumrundubólki, tí okkara hava verri málúrtøku enn Litava. Harvið skulu Føroyar spæla móti nr. 2 í hinum millumrundubólkinum, Eysturríki, í morgin um 15.-16. pláss í European Open, tað skrivar HSF:

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder