Sunnumorgunin fór U17 landsliðið í badminton til EM fyri lið, sum verður leikt í tjekkiska høvuðstaðnum Prag í døgunum 21. - 25. november.
Tað eru 36 lond, sum eru meldaði til kappingina.
Landsliðið skal spæla tríggjar liðdystir - ein týsdagin og tveir mikudagin.
Ein liðdystur er: einmansleikur kvinnur, einmansleikur menn, tvímansleikur kvinnur, tvímansleikur menn og blandaður tvímansleikur.
Føroyar eru í bólki saman við Russlandi, Grikkalandi og Rumenia. Hetta er fyrstu ferð, at Føroyar eru við til EM fyri U17 landslið, so leikararnir eru sera spentir.
Tey, sum umboða Føroyar eru:
Lena Maria Joensen
Sissal Thomsen
Alma Kentsdóttir Mohr Pedersen
Árant á Mýrini
Jónas Djurhuus
Ari Miné Jacobsen
Landsliðsvenjari er Aritra Nandy, og ferðaleiðari er Erik Engelbrecht Thomsen.
EM fyri einstaklingar byrjar beint aftaná liðkappingina tann 25. november. Tá verður kappast í einmansleiki kvinnur og menn, tvímansleiki kvinnur og menn og blandaðum tvímansleiki. Tá eru Føroyar eisini við - hetta frætta tit meira um seinni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald