FSF: Føroyska U17-landsliðið við dreingjum tapti fyrsta dystin í EM-undankappingini, sum í hesum døgum verður spæld í Írlandi. Dysturin endaði við 4-0 sigri til Skotland
Komandi vikuna tekur føroyska U17-landsliðið við dreingjum lut í árligu EM-undankappingini, sum í ár verður spæld í Írlandi. Føroyska liðið er í bólki 1, og umframt Føroyar og Írlandi, eru Skotland og Gibraltar eisini við í bólkinum.
Fyrsti dystur í kappingini var ímóti Skotlandi, og hóast tað sá gott út, tá liðini fóru til hálvleik, so endaði dysturin við greiðum sigri til skotar. Fyrri hálvleikur var javnur, við fáum málmøguleikum til báðar partar, men eftir steðgin vóru skotar neyvari og fingu fýra mál, og vunnu til endans 4-0.
- Vit fingu eina keðiliga byrjan upp á seinna hálvleik. Skotar fáa tvey mál innan fyrstu fimm minuttirnar eftir steðgin, og restin av dystinum bleiv ein strævin mótbrekka. Okkara royndu hóast alt at stríðast, men megnaða ongantíð at hótta skotska málið nakað serligt, sigur Áki Johansen, ið saman við Pól F. Joensen stendur á odda fyri U17-liðnum við dreingjum.
Føroyar:
1. Silas Eyðsteinsson (GK), 2. Ari Olsen, 3. Fannhard Skoradal, 4. Bjarni Petersen, 6. Svein Knút Magnussen, 7. Adrian Justinussen (16. Pætur Petersen, 65. min.), 8. Petur Knudsen (15. Hannes Agnarsson, 63. min.), 9. Teit Jacobsen (CAP), 10. Jákup B. Andreasen, 11. Janus S. Samuelsen (13. David Muller, 76. min.) og 18. Eyðstein Zachariassen.
??brúktir leikarar:
12. Bárður á Reynatrøð (GK), 5. Mórits H. Mortensen, 14. Jóhan W. Høgnesen og 17. Jóhann Gaardbo.
Næsti dystur hjá okkara dreingjum verður mikudagin, tá vertirnir úr Írlandi taka ímóti.
Myndir: Jákup Martin Joensen / FSF.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald