Mánaðarskifti oktober-november fer føroyska U15-landsliðið við dreingjum til Vejle Cup í Danmark. Umframt føroysku dreingirnar, vera lið úr Danmark, Noreg, Svøríki og Týsklandi eisini við í kappingini.
Seinastu mongu árini hevur U15-landsliðið við dreingjum bara havt eina árliga kapping at luttikið í, sum vanliga hevur verið spæld seint í juli mánað.
Frá miðskeiðis í 90???unum og fram til 2010 var føroyska U15-landsliðið fastur partur av Aberdeen Football Festival í Skotlandi, meðan liðið seinastu fýra árini hevur verið til Brøndby Cup í Danmark.
Men nú hava U15-dreingirnir umsíðir fingið enn eina avbjóðing.
- Tað er at fegnast yvir, at vit nú sleppa til eina kapping afturat, sigur Eli Hentze, ið saman við Hegga Samuelsen er venjari hjá U15-landsliðnum við dreingjum.
- Seinasta umfar í landskappingini verður spælt hetta vikuskifti, og síðani Brøndby Cup í summar hava vit havt nakrar venjingar við U15-landsliðnum. So okkara dreingir skuldu veri væl fyri til kappingina í Vejle, sigur Eli Hentze.
Umframt føroyska U15-landsliðið, vera lið úr Danmark, Noreg, Svøríki og Týsklandi við í kappingini, ið Vejle Boldklub skipar frá 31. oktober til 2. november.
- Vit kenna einki til mótstøðuliðini í Vejle Cup, og tí er ilt at meta um hvørjum støði tey eru á, sigur Eli Hentze, landsliðsvenjari.
Teir 18 leikararnir, ið hava fingið landsliðsboð til kappingina í Vejle, eru hesir:
Bárður á Reynatrøð og Petur í Túni Petersen, Víkingur
Bjarti Vitalis Mørk og Fróði Pætursson, B36
Sjúrður Pauli Nielsen og Sølvi Sigvardsen, NSÍ
Andrias Sørensen og Stefan Radosavljevic, TB
Sveinur Lava Olsen, Magnus Holm Jacobsen og Hanus Sørensen, HB
Andrias Edmundsson, B68
Asbjørn Heðinssonog Dann Fróðason, 07 Vestur
Pól Jákup Lundsbjerg, ÍF
John Herman Fuglø, KÍ
Mathias Lui Majvang, Herfølge (DEN)
Albert Theis Nielsen, B1908 (DEN)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald