Føroyska U15-landsliðið við dreingjum vann seinasta dystin í Brøndby Cup 2014. Føroyar endaði sostatt numar 13 í kappingini.
Í djúpastu dølum upp á hægstu tindar. Nakað soleiðis var ársins útgáva av Brøndby Cup 2014 fyri føroyska U15-landsliðið við dreingjum. Okkara dreingir vórðu avsmurdir, men góvu eisini øðrum tøl í bjølgin.
Mikudagin spældi U15-landsliðið seinasta dystin í kappingini, og sigast má, at føroyska liðið endaði við maner. Seinasti dysturin hjá føroyingum var um 13. plássi, mótstøðuliðið var HB Køge, og endin gjørdist ein knúsandi 6-0 sigur til føroyska landsliðið.
Við einum máli í part frá Albert Nielsen og Sveinur Lava Olsen, og tveimum frá Tórur Jacobsen, gjørdist støðan 4-0 til Føroyar áðrenn steðgin. Í seinna hálvleiki helt føroyska liðið fram við ágangandi spælinum. Tá 58 minuttir vóru spældir var Albert Nielsen aftur á rætta stað, og skoraði til 5-0, áðrenn Jógvan Petersen stutt fyri leiklok slerdi 6-0 sigurin fastan.
- Okkara dreingir spældu væl, vóru ágrýtnir allan dystin á tamb, og stórsigurin var eisini fult uppiborin. Brøndby Cup er av á hesum sinni og um ikki alt ov langa tíð verður farið undir fyrireikingarnar til eitt nýtt landsliðsár, segði Eli Hentze, ið saman við Hegga Samuelsen, stendur á odda fyri U15-landsliðnum við dreingjum.
Onkuntíð verður tikið til, at ???når enden er god, er alting godt???. Og soleiðis kendu føroysku leikararnir tað eisini, tá dysturin ímóti HB Køge varð bríkslaður av. ??sigrarnir í innleiðandi bólkaspælinum løgdu seg fyri skínandi donsku sólina og góvu føroysku venjarunum álvarslig høvuðbríggj. Men tá seinasti dysturin var liðugur, høvdu okkara vunnið 6-0.
Samanlagt bleiv talan um tríggjar ósigrar og tveir sigrar, og tá avtornaði gjørdist føroyska liðið nummar 13 í kappingini.
Í seinasta dystinum í ársins Brøndby Cup vann føroyska U15-landsliðið 6-0 ímóti HB Køge, og gjørdist harvið nummar 13 í kappingini - Mynd: Niclas Davidsen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald